Fuglaframi - 28.08.1900, Blaðsíða 1
Lysingar,
fyri smæsti skrift:
Innlendskar:
10 oyr. reglan ella
hennara pláss.
Uttanfyri Føroyar:
12 oyr. reglan.
Fuglaframi.
„Fuglaframi“ kann
bíleggiast á øllum
posthusum í Før-
oyum, Danimarki,
Grønlandi, Noregi
og Svøríki.
Nr. io. Tírsdagin 28. august 1900. 3- ár.
„Fuglaframi“ kemur út 2. og 4. tírsdag um Ansvarhavandi blaðstyrari: „Fuglaframi“ kostar, goldin frammanundan,
mánaðin. Skriftlig upnsøgn. SvERRE PaTURSSON. i kr. hálvárið, flutningspening undantikin.
Ursmiður
Carl Slamberg
seiur sínu góðu
14 samdøgurs regulator-ur frá 24 kr.
14 — taffel-ur................. 40 —
Konufólka remontoir-ur av gulli 30 —
Konufólka remontoir-ur avsilvuri 20 —
Mannfólka remontoir-ur av silvuri 18 —
Mætastu vekju-ur...................... 6 —-
2 árs garanti fyri øll ur.
KLetur, nógv sløg í at velja
Sendingur til Føroyar álítandi og akkurátur.
Ursmiðjan er stovnað 1860.
E. D. B æ r e n t s e n.
Blaðstýrari á »Dimmalætting« E. D.
Bærentsen doyði ig. aug. um 70, ár
gamalur. Fáur annar hevur havt meiri
innverkan enn hann uppá almanna og po-
litisk starv í Føroyum. í einum hópi av
týdningarmiklum skipanum hevur hann
verið limur; hann hevur sitið í fólkatinginum
og í 24 ár í løgtinginum.
Hann fylgdi væl við øllum, sum fyri-
fórst her á landi. Vit yngru kundu ikki
í øllum samsinnast við hann, men harfyri
dugdu vit líkavæl at virða hann.
Sum stýrari av »Dimmalætting« eigir
hann rós fyri at hann í sínum greinum var
sakligur og altíð forsmáddi at brúka persón-
ligheitir.
Við jarðaferð hansara fylgdi ein stór
nógd av fólki. Ein hópur av kransum var
sendur bæði frá einstakum familium og frá
skipanum, sum hann hevði verið limur av.
Um E. D. Bærentsen kann sigast, at
Føroyar í honum hevur mist ein av sínum
merkismonnum.
Røðurnar í stiidentarveitsluni.
Sum lovað var í síðsta blað, skal her
sýnast ein stuttur samandráttur av røðunum,
sum hildnar vóru í studentarveitsluni í Havn
3. august.
Chr. Bærentsen amtmaður tók
fyrstur til orða. Festnevndin hevði givið
sær uppí hendur at biðja gestunum væl
at vera komnir. Tað var nakað, sum bæði
fall lættliga fyri og ikki, tí um studentarnir,
nú teir høvdu verið mestapartin av einum
degi ímillum okkara, ikki sjálvir kendu tað
á sær, at teir vóru vælkomnir, so mundi
tað lítið nytta at siga teimum tað. Men
ivaleyst høvdu teir sjálvir følt, at teir vóru
kærir gestir. At teir av okkum, sum vóru
stuđentar heilsaðu gestunum við gleði, var
sjálvsagt, men tað, sum meiri hevði at týða,
var, at fólkið fagnaði teir sum sínar gestir.
Og meðan so var, fall tað lættligt at biðja
teimum eitt hjartaligt og erligt vælkomin.
Fyrst fyri tað at teir vóru danskir. í langar
tíðir hava vit borið gott og ilt saman við
Danum, og vit halđa okkum onga aðrastaðnis
eiga betri og trúfastari vinir. Síðani tí teir
vóru studentar, Tí at vera studentur var
ikki bert at hava tikið so og so mong
lærdómsprógv, nei, tað var at vera ungur
í sinni og at hava ans fyri, hvat sum er
gott og vakurt og hvat sum er av anda og
sannleika. — Harnæst vildu vit bera teimum
tøkk okkara. Tøkk fyri henđan dagin,
sum ivaleyst hvørki var burturspiltur fyri
teimum ella okkum. Tað var gleðiligt, at
teir, sum vóru uppvandir í stórum kringum-
støðum, dugdu at føla seg so væl heima
við tí, sum vit høvdu at bjóða fram. —•
Síðani vilđu vit bera teimum okkara ynskir
til ferðina til tað mikla søgulandið og ynskja,
at tað eisini mátti bera teimum til har so
væl sum her at festa betri sambandið
millum teir fólkaflokkar, sum stanđa undir
tí dansku krúnuni. Tilsíðst vildu vit biðja
teir um ikki at gloyma okkum og land
okkara. Lítla land okkara, sum í okkara
eygum var so fagurt, hevði í dag víst seg
fyri teimum í sínum besta vakurleika, og
tað vóru vit allir fegnir yvir; vit ynsktu at
teir vildu minnast á tað onkumtíð upp-