Fuglaframi - 28.08.1900, Blaðsíða 2

Fuglaframi - 28.08.1900, Blaðsíða 2
ímillum, og — um vit høvdu náðað, hvat vit vildu: at vísa teimum blíðskap og bróðursinni — eisini minnast til okkara. Amtmaðurin endaði røðu sína við at siga: Teinkið uppá okkum sum uppá brøðir. Gloymið okkum ikki! vit vilja ikki gloyma tykkum! Mylius-Erichson, bókaskrivari, sekretær í ferðamannafelagínum. Studentar- flokkurin var næstan ófegin av øllum tí stóra blíðskapi, sum honum var sýndur í Føroyum og av allari tí miklari hjartalig- heit, sum øll, bæði stór og lág, so gleðiliga kappaðust um at vísa. Tað var ein slík festløta í kvøld sum ikki varð so løtt at gloyma aftur. Her búði eitt trúfast og frískt fólk, sum tað var hugnaligt at vera lands- menn við. Talarin tók tað sum eitt prógv uppá trúskapslyndi og erligan blíðskap, at tað vóru nógv, sum høvdu borið uppá mál við hann, áðrenn hann fyrst hevði mælt eitt orð við tey. Hann føldi íkvøld, at Føroyingar høvdu notið gloymsku og órætt avDanum. Her var ikki plássið til atfara gjøllari um hetta málið, men hann vónaði og ynskti eftir, at Danir vildi gera órættin góðan aftur. Tað var sagt, at hendan ferðin galt bara ísland og at upphalđið í Føroyum einans var at taka sum ein hvíld á tí langi sjóferðini; men so var ikki; ferðin galt líka so væl Føroyar sum ísland. Hendan dagin í Føroyum vildu teir ikki gloyma, og komu Føroyingar á øðrum sinni í ferðalag til Danimarkar, skuldu Danir ikki krógva seg undan teimum. Endamálið við hesi ferð var at knýta bandið fastari millum allar teir, sum vóru undir danska flagginum. Talarin lættið av við skál fyri einum sterkum sambandi millum Føroyingar og Danir. Fr. Petersen próvstur. Nógv var annarleiðis í Føroyum enn í Danimark. Natúrin, tungumálið, siðir og fólkalívið var hvørt sítt her og í Danimark. Ivaleyst vildu Danir seta prís uppá at hava sovorðin lond, sum vist ikki øktu nógv um støddina á danska ríkini, men sum tó gjørdi tað ymisligari og altso uppá ein máta økti um tað. Danimark kundi líknast við eitt træ, sum hevði Føroyar, Grønland og Island til greinar. Røðarin endaði við at ynskja gott fyri Danum og tungumálið teirra. Sverre Patursson blaðstýrari. Føroyingar bóru stóran virðing fyri Danum. Danir vóru ein fólkaflokkur, sum hevði verið úti fyri mangum' stórum óhappi; men enntá høvdu teir reist seg aftur á føtir fyri hvørt bolt, teir høvdu fingið. Vóru teir enn fámentir nú, so bar tó Danimark sítt sjálvráði við fult so miklari rætt og æru, sum nakað annað ríki. Tað sum er moralskt rætt og beint fyri ein, tað er tað fyri øll, fyri smáríkini sum fyri stórríkini, og fyri ein fólkaflokk sum annan. Og tí starvast eisini vit við reinari samvitsku fyri at fáa Føroyingar — tó teir hoyra undir danska ríkið og bert eru ein lítil flokkur — til at halda uppá og fremja tað, sum teimum er framihjá-givið av góðum eygnalutum. Vit vænta, at Danir. sum sjálvir hava gingið so nógv ígjøgnum, eina best eru førir fyri at forstanda hetta arbeiði okkara, og vit og vit eru vissir í, at teir ikki vilja leggja okkum treytir í vegin, men heldur styðja hvat teir kunnu. Vit trúgva, at Danir vilja vera stoltari av at vera saman við einum lítlum fólkaflokki, sum verjir og fjálgar um tað, sum er honum heilagt og sergivið, heldur enn at vera saman við einum fólka- flokki, sum jú fyrr og helđur vil lata seg og alt sítt »civilisera«! Tann nationala rørslan i Føroyum var ofta misskilt í Dani- mark; tað komst av tí at Danir vóru so ókunnugur um okkum. Røðarin var vissur í, at komu vit at kenna hvønn annan betur, so vildu vit fáa meiri virðing og betri for- stáilsi hvør fyri øðrum. Tí var eftir- ynskjandi, at báðir partar kundu koma saman onkumtíð uppímillum, soleiðis sum hesa ferð. N a n c k e borgmeistari talaði fyri fest- nevndini og takkaði henni uppá studentar- floksins vegna fyri alt tað nógva starvið, hon hevði havt fyri teimum. Hesin støgg- urin í Føroyum vildi minnast leingi av øllum flokkinum. B a u d i t z kamarjunkari talaði fyri teim føroysku kvinnunum. Tær áttu stóran partin í, at hendan samkoman var blivin so festlig og stuttlig. J. J e n s e n stud. mag. ynskti gott fyri tí føroyska nationala arbeiðinum. Sum menn, sum høvdu gjørt nógv fyri at lívga um føroyskan kultur, nevndi talarin próvst Hammershaimb og dr. Jakobsen, yvirlærari Bergh*) og brøðirnir Patursson. F o g h doktari talaði fyri kvinnunum, sum høvdu yrkt sangir til veitsluna. R. Effersø landbúnaðarfrøðingur bar fram tøkk frá festnevndini til gestirnar fyri vitjingina. G r i n d đoyði 18. august i Vestmanna. Til skifti komu 107 hvalir. Grindin var sædd frá húsum á Skælingi. Dagin eftir funnu bátarnir, sum vóru Tað mundi vera eitt mistak av talarinum at nevna yvirlærara Bergh. Hr. Bergh var jú á odda fyri at royna at k.øva ta rørslu, sum byrjaði her í landinum 12 árum síðani. Hr. J. Jensen var av ©llum studentarflokkinum ivaleyst tann, sum visti frægast um føroysk viðurskiftir at siga, men at hann ikki kendi persónliga allar stak menn, er fyrigevandi. Um so var vildi hann havt nevnt annarsleiðis.

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.