Fuglaframi - 28.08.1900, Blaðsíða 3
á heimveg úr Vestmanna, grind út fyri
Dalanýpu. Hon doyði seinnapartin sama
dag á Miðvági. 274 hvalir komu til skifti.
Fleiri bátar høvdu uppi á mastur, men hann,
sum fekk finningafiskin, var ein Havnar-
bátur.
Av Vestmannagrindini var 1 skinn til
bátin, av Vágagrindini 5.
Aftur var grind sædd av landi á Skæl-
ingi leygardagin 25. aug. Hon doyði sama
dagin á Vestmanna. Til skifti komu 180
hvalir, men til bátin bleiv ikki meir enn
1 */4 skinn. Ein kann næstan ikki annað
enn halda við grindamonnunum, tá teir siga,
at Vestmanna ikki eigir at havast til
grindavág. Eftir tí lága prísínum á grind
í hesi síðstu árunum, fer so nógv til nótina,
at parturin til bátarnar verður so neyðars-
liga lítil aftur ímóti í øðrum grindaplássum.
Aftrat kemur so, at drápið sjaldan gongur
skjótt frá hondini í Vestmanna, so at tíðin
har oftast verður lang.
Meðan prisurin í fyrri Vestmannagrind-
ini gekk um 5 kr. var hann í hesi eftir
ætlan mest um 1 l/2—2 kr.
Blaðstýrarin av »Føringat.» hevur ikki
lagt sær ta áminning í geyma um at halđa
blaðið hampiligari, sum Føringafelag gav
honum á síðsta felagsfundi. Hann sýnist
heilt at hava gloymt, at hann tá lovaði
bót og betring.
Men at »Føringat.« ber seg soleiðis at
sum nú, tað kemur fyrst Føringafelag til
last og skomm, tí tað er tað, sum eigir
og ræður yvir blaðnum. Og við tað at
Føringafelag játtar til at blaðið fer soleiðis
fram, so arbeiðir tað fyri at gera til einki,
tað, sum tað hevur sett sær til endamál at
útinna.
Og meðan soleiðis Føringafelag við
hetta lagið verður tað, sum ger mest til at
spilla og týna og blanda eitur í okkara
framburðs og afturreisnings starv á føroysk-
ari grund, so heldur >Fuglaframi«, sum
eisini eftir førumuni arbeiðir fyri tí føroyska,
seg hava rætt til at spyrja Føringafelag,
um tað av sonnum vil vera við ella ímóti.
Soleingi »Fuglafr.« ikki onkursvegna fær
eitt svar, sum álit er á, so kanti blaðið
ikki taka Føringafelag fyri annað enn at
vera ímóti, og má tí stíla sítt arbeiði har
eftir.
J. H. Schrøter, sum nú er eygkendur
millum tingmenninar við ta meining hann
hevur um tingstarvið, hevur nýliga havt
eina grein frammi í »Dimmalætting«, sum
til fulnar vísur, at hann ikki var verđur tað
navn sum »stórur politikkari«, sum ein
partur av Føroyingum fyrr var til sins at
geva honum. Hann vísur seg nú so and-
liga dvørgarsligur, at ein ikki hevur hødđ
uppá. hvussu hann við hvørt hevur kunnað
fingið pláss sum oddamaður 1 politik okkara.
Ein kann ikki fáa annað út av hesi nevndi
grein hansara, enn hvat »Fuglafr.« seinast
segði um hann. Hevur eitt mál fingið
frama á løgtinginum, so skal maðurin, sum
hevur lagt málið inn á tingið, sum tøkk
fyri at málið fekk frama, smíla og tiga til
alt tingstarvið, hvussu tað so fyriferst.
Vágar ein tílíkur maður at opna munnin
til at døma um tingstarv, tá skal hann vita
einaferð fyri allar, at hann ikki skal teinkja
um at koma aftur til tingið við einum
nýggjum máli.
Tilíka hevur Schrøter víst í hesi grein
síni, at hann sum politikkari hevur ein
annan ringan brest eisini. Eftir hvat hann
skrivar, má hann í sínum politiska starvi
hava arbeitt meiri fyri at vera stakmonnum
tilpassar enn fyri yvirhøvur at gagna
landinum.
Lærarnir úr teimum trimum norðan-
londunum (Finlendingar vóru fáir við og
svartklædđir sum merki uppá sorg yvir
hvat Rusland hevur frátikið teimum) hildu
skúlafund í Kristiania frá 7.—10. august.
Tilíká við .fundinum var eisini framsýning
av skúlatilfari.
A fundinum skuldi haldast 33 fyrilestrar
um ymislig skúlaevnir. Tað er ein skomm
fyri lærarastandin í Føroyum, at hann ikki
senđur onkran av sínum á slíkan fund, og
hann ger synd móti skúlunum við at byrgja
seg soleiðis inni.
Ein føroysk kvinna, frúgvin Anna
Debess, sum var stødd í Noregi, var tó við
á fundinum. Hon hevur gingið Havnar
lærarskúla og innihevur enn lærarembæti
í Føroyum, men er nú i øðrum ørindin har
eysturi. Og at ein, sum ellars er staddur
á plássinum, vitjar fundin, kann endiliga
ikki roknast lærarstandinum her til sømdir.
Sum sæst aðra staðnis í blaðnum hevur
frúgvin A. Debess frá Kristiania lærarindu-
felag fingið heilsur at bera til Føroyingar.
Málið um landbúnaðarskúla, sum tingið
vísti frá sær, hevur tað nú tikið uppaftur.
Málið er nú farið í útvalg.
Um studentarupphaldið í Føroyum eru
greinir í ymsum donskum bløðum. Allar
prísa tær nógv bæði landi og fólki.
Landfarsóttin totast enn her á landi.
Hon gongur á Slattanesi, og eftir hvat
grindamenninir úr síðsti Vestmannagrindini
siga, er hon nú komin í eitt hús í Vest-
manna. Hesa ferð sýnist Vestmannadoktari
at hava verið so ráðsnarur at sperra við
tað sama. Tað er Grudsbarn, íð bætnar.