Fuglaframi - 12.11.1901, Blaðsíða 1
Lýsingar,
fyn smæsti skrift:
Innlendskar:
10 oyr. reglan ella
hennara pláss.
Uttanfyri Føroyar:
12 oyr. reglan.
Fuglaframi
„Fuglaframi“ kann
bWeggjast á ellum
posthusum í Fer-
oyum, Danimarki,
Grenlandi, Noregi
og Sveríki.
Nr. 15.
Tirsdagin 12. November 1901.
4. ár.
„FuglaframiM kemur út 2. og 4. tírsdag um
mánaðin. Skriftlig uppsegn.
Ansvarhavandi blaðstyrari:
SVERRE PATURSSON.
„FuglaframiM kostar, goldin frammanundan,
1 kr. hálvárið, flutningspening undantikin.
Trolararíma.
S t e v : Fjældbyggen agter pá tiden.
Ula er í Føroyum nú vorðið,
Bretlandsmenn teir hægstir við borðið
tryggir munnu sita við bita,
Harrin okkum gav,
legði her í hav.
— er tó mangans grav. —
Teir hann hava funnið á grunni,
veiða okkum breyðið úr munni.
Allur tann trolarafloti
hevur vára vinnuvegir brotið,
fáur er át ansa og stansa
hettar røvarí,
bæði dag og tíð
harav eykst nógv stríð;
teim’ er einki sindur til hindur,
tað sýnist einki lógboð teir bindur.
Bæði um dagar og nætir
rána teir um vára strætir;
nottin, tá hon myrkir, teir styrkir.
Trolið verður sett,
veiða hvftt og reytt,
livandi og đeytt.
Upp frá botni sjabba hvønn krabba,
føra heim á Bretland til abba.
Alt hetta ránsmannaræði
verður okkum Føroyingum skaði,
um teir hervið blíva at dríva.
Hvør ger sum hann vil,
her er lítið skil.
Tá ber teimum til.
Hvat vit so enn biðja og siga,
noyðast vit at tola tann sviða.
Vit kunnu osum ei verja
og á slíkar rovkappar herja,
teir av grunni meta og seta
f eitt skák og mát
við ein lítlan bát,
— teir lystra ei várt prát.
Um til rætt vit evna at stevna,
osum teir tað aftur skjótt hevna.
Ei mann hin bretlandski kongur
— og hans menn — við rov mettast longur,
sum hann í Afrilca fekk pikkað,
lond, diamant og gull,
ei var hýtin full.
Um hann fisk og ull
í tann sama maga vil draga,
væntast onkur hungur her klaga.
Ikki var slíkt so í forðum,
sum sigst frá f skriftum og orðum
Tá íð Kristian fjórði tann stóri
harraveldi fekk.
ikki so til gekk.
Skálkar fingu smekk.
Her var stórur vandi á landí.
fólkið var sum bundið í banđi.
Her vóru Brittar og írar,
Hálendar, Fransar; teir fýrar
ofta mundu prøva á røva;
fólkið fa.ll f fátt
á tann sama hátt;
ofta tað á nott
rýmdi burt frá øllum sum trøllum,
skýldi sær í holum og fjøllum.
F'øroyingar til kongin sær vendu,
bønarbræv og boð til hann sendu,
um hann vildi royna at beina
burt tað harkalið
sum gav ikki grið;
so at øll í frið
trygg seg kundu vita at sita
og f náðum njóta sín bita.
Kongur sær ei leingi læt bíða,
verjuskip tvey og tað triðja
her til landið vendi og sendi,
— raska Jørgun Dá
voldsmenn herja á, —
gav tey boð og ráð :
hann teir skuldi lemja og temja,
sum tað teimum best mundu semja.
í Vestmanna gálgi var reistur,
átta illgerðsmenn vóru kroystir,
teir á gálgan førdu, teir gjørdu.
Hingu har sum krov,
fingu ikki lov
til at brúka rov.