Fuglaframi - 12.11.1901, Page 1

Fuglaframi - 12.11.1901, Page 1
Lýsingar, fyn smæsti skrift: Innlendskar: 10 oyr. reglan ella hennara pláss. Uttanfyri Føroyar: 12 oyr. reglan. Fuglaframi „Fuglaframi“ kann bWeggjast á ellum posthusum í Fer- oyum, Danimarki, Grenlandi, Noregi og Sveríki. Nr. 15. Tirsdagin 12. November 1901. 4. ár. „FuglaframiM kemur út 2. og 4. tírsdag um mánaðin. Skriftlig uppsegn. Ansvarhavandi blaðstyrari: SVERRE PATURSSON. „FuglaframiM kostar, goldin frammanundan, 1 kr. hálvárið, flutningspening undantikin. Trolararíma. S t e v : Fjældbyggen agter pá tiden. Ula er í Føroyum nú vorðið, Bretlandsmenn teir hægstir við borðið tryggir munnu sita við bita, Harrin okkum gav, legði her í hav. — er tó mangans grav. — Teir hann hava funnið á grunni, veiða okkum breyðið úr munni. Allur tann trolarafloti hevur vára vinnuvegir brotið, fáur er át ansa og stansa hettar røvarí, bæði dag og tíð harav eykst nógv stríð; teim’ er einki sindur til hindur, tað sýnist einki lógboð teir bindur. Bæði um dagar og nætir rána teir um vára strætir; nottin, tá hon myrkir, teir styrkir. Trolið verður sett, veiða hvftt og reytt, livandi og đeytt. Upp frá botni sjabba hvønn krabba, føra heim á Bretland til abba. Alt hetta ránsmannaræði verður okkum Føroyingum skaði, um teir hervið blíva at dríva. Hvør ger sum hann vil, her er lítið skil. Tá ber teimum til. Hvat vit so enn biðja og siga, noyðast vit at tola tann sviða. Vit kunnu osum ei verja og á slíkar rovkappar herja, teir av grunni meta og seta f eitt skák og mát við ein lítlan bát, — teir lystra ei várt prát. Um til rætt vit evna at stevna, osum teir tað aftur skjótt hevna. Ei mann hin bretlandski kongur — og hans menn — við rov mettast longur, sum hann í Afrilca fekk pikkað, lond, diamant og gull, ei var hýtin full. Um hann fisk og ull í tann sama maga vil draga, væntast onkur hungur her klaga. Ikki var slíkt so í forðum, sum sigst frá f skriftum og orðum Tá íð Kristian fjórði tann stóri harraveldi fekk. ikki so til gekk. Skálkar fingu smekk. Her var stórur vandi á landí. fólkið var sum bundið í banđi. Her vóru Brittar og írar, Hálendar, Fransar; teir fýrar ofta mundu prøva á røva; fólkið fa.ll f fátt á tann sama hátt; ofta tað á nott rýmdi burt frá øllum sum trøllum, skýldi sær í holum og fjøllum. F'øroyingar til kongin sær vendu, bønarbræv og boð til hann sendu, um hann vildi royna at beina burt tað harkalið sum gav ikki grið; so at øll í frið trygg seg kundu vita at sita og f náðum njóta sín bita. Kongur sær ei leingi læt bíða, verjuskip tvey og tað triðja her til landið vendi og sendi, — raska Jørgun Dá voldsmenn herja á, — gav tey boð og ráð : hann teir skuldi lemja og temja, sum tað teimum best mundu semja. í Vestmanna gálgi var reistur, átta illgerðsmenn vóru kroystir, teir á gálgan førdu, teir gjørdu. Hingu har sum krov, fingu ikki lov til at brúka rov.

x

Fuglaframi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.