Fuglaframi - 12.11.1901, Blaðsíða 2

Fuglaframi - 12.11.1901, Blaðsíða 2
Ei mann tann lógin stranga nú ganga, ránsmenn neyvan sita, minni hanga. Tungligt mann Føroyingi vera landkrabba-navnið at bera, men tað er hann noyddur, tí oydđur fiskigruður er higar, har og her, hvar um leið ein fer. Um trolið mitt um línu á trínur, Bretlendarin spottar og grínur. Yrkjarin setur seg niður, ynskir: Gávi Gud. her var friður! So hvør Føroya maður so glaður. ekkaleyst í frið við hvønnannans lið kann royna grunn og mið. Eg vil nú aftur venda. tí henda frøðin er nú komin at enda. Kvívíks Jógvan. Løgtingið 1901. (Endað.) Eg ætli, at løgting okkara bætnar og ikki versnar. Eg ætli, at løgtingið igoi er eín mun frægari enn t. d. io ár her- fyri. Men enn er leiðin lang til, at tað kan sigast búgvið til starv sítt. Men alt tað gongur fram, so er tað væl. Og tað gevur góðar vónir. soleiðis sum eg fleiri ferð havi givið gætir í teim- um síðstu tingsamkomunum, at tað serliga eru teir ungu, nýggju limirnir. sum eru mest víðskygdir og arbeiða við mest ál- vara. Aftur ímóti hav'a fleirí av* teimum gomlu gjørt sær reint fyri skommum við eitt smátjekl, sum ikki stingur upp fyri, hvat íð tann munnfittasta fiskakerling kann rapla út. Hesir hava tá eisini fingið ta vanvirð- ing frá fólki, so sum teir tað hava fortjent. Hetta illsinta, hatandi tjeklarí — her talast ikki ilt um tey hvøssu orð ella orða- far. sum fella kunnu í heitum og lívligum orðaskifti — hevur ellars sitið í langar tíðir ovarlaga á tinginum. í summar, eina- ferð tað gekk nakað vilt, tók eisini for- maðurin álvarliga til orða og talaði at slíkum atburði. Tey grundigu fyndarorð, hann tá segði, hopast ikki vera søgd til ónyttu. »Fuglafr.« vil tá vænta, at tað illsinta, vanvirðisliga smátjeklarí má vikja meir og meir og taka tann gamla, samansnerkta kryplingin: putl- og partípolitikkina við sær út úr tingsalinum. ístaðin hopa vit, at sessin tekur aftur meiri fólkaligheit, meiri djúpskygni, reinari fosturlandslyndi, størri kunnskapsnógd. Og kunnu ikki vit halda høgtíð og gleim á tingsins 50-ára- degi, so skulu Føroyingar — hvør. ið tá livur — á 75-ára-deginum kunnu halda ein fest sum eitt sameint fólk, komið á góða leið. »DÍmma«. — Eitt hánsorð. — »Press- an« eigur at ganga fólkið fyri við fólka- ligari talu og taka seg í vara, at hon ikki fær eitt ljótt orð á seg sum fyrigangari í brúkið av eyknøvnum. Tann parturin, sum antin uppá prent ella i talu tekur til at brúka eyknevni. kunnger altíð, at hann eingi líklikt vopn hevur at verja seg við. — Líknað saman við útlendsk bløð hevur »Føroya pressa« ført eitt hampuligt tungu- mál. tá íð tað eina blaðið verður undan- tikið. Hvat »Tingakrossi« viðvíkjar. seti eg meg ikki til dómara yvir tað blaðið fyri seg sjálvt, men tað er ikki fólkaligt av tí at blíva við at eyknevna iDimma- lætting« og kalla hana »Dimma«. Tað er einki at dylja yvir, at »Dimm.« er eitt heldur ússaligt blað fyri eygablikkið; men tað gevur ikki nøkrum rætt til at eyk- nevna hana. Tað prentaða orðið hevur stóra makt. tí má enn meiri aktast uppá, at bløðini ikki uppvenja fólkið til at seta eyknevnið í hásætið. d-f-f. — I. øgtingsins 50-ára-dagur. Eitt »originalt« uppskot er tað, at Føroy- ingar á tingsins 50-ára-degi skulu hava svart flagg uppi. Harvið skal úttalist tann íðran og sorg, sum vit føla, tí vit ikki hava evna gjøgnum tingið at fjálga betur um føðilanđ várt. Eitt annað uppskot er, at vanligt flagg verður havt uppi. Tað skal kunngera ta gleði, vit kenna, ti at vit í løgtinginum hava eina skipan, sum e i g u r líkindi til at kunna verða okkum til frama. Líkaleiðis skal tað kunngera, at vit ikki hava mist vónina um, at tann ttð kemur, tá ið tað skal stanđa heiður av Føroya løgtingi. Mær tykist fyrra uppskotið at vera væl so »syrgiligt«. Tað seinna: at flagga við vanligum flaggi og ellars ongar aðrar »festligheitir« hava fyri, er ikki óhóskandi. - Frítt jarðagóðs á íslandi? Islendingar byrja at komast alt betur eftir, at fólksflutningurin til Amerika er eitt lemjandi niðurbrot fyri landið. Blaðið »J>jóðviljinn« fyri 24. okt. tekur fólksflut- ningsmálið fram í álvara í eini vælskrivaði

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.