Fuglaframi - 12.11.1901, Page 2
Ei mann tann lógin stranga nú ganga,
ránsmenn neyvan sita, minni hanga.
Tungligt mann Føroyingi vera
landkrabba-navnið at bera,
men tað er hann noyddur, tí oydđur
fiskigruður er
higar, har og her,
hvar um leið ein fer.
Um trolið mitt um línu á trínur,
Bretlendarin spottar og grínur.
Yrkjarin setur seg niður,
ynskir: Gávi Gud. her var friður!
So hvør Føroya maður so glaður.
ekkaleyst í frið
við hvønnannans lið
kann royna grunn og mið.
Eg vil nú aftur venda. tí henda
frøðin er nú komin at enda.
Kvívíks Jógvan.
Løgtingið 1901.
(Endað.)
Eg ætli, at løgting okkara bætnar og
ikki versnar. Eg ætli, at løgtingið igoi
er eín mun frægari enn t. d. io ár her-
fyri. Men enn er leiðin lang til, at tað
kan sigast búgvið til starv sítt.
Men alt tað gongur fram, so er tað
væl. Og tað gevur góðar vónir. soleiðis
sum eg fleiri ferð havi givið gætir í teim-
um síðstu tingsamkomunum, at tað serliga
eru teir ungu, nýggju limirnir. sum eru
mest víðskygdir og arbeiða við mest ál-
vara.
Aftur ímóti hav'a fleirí av* teimum
gomlu gjørt sær reint fyri skommum við
eitt smátjekl, sum ikki stingur upp fyri,
hvat íð tann munnfittasta fiskakerling kann
rapla út.
Hesir hava tá eisini fingið ta vanvirð-
ing frá fólki, so sum teir tað hava fortjent.
Hetta illsinta, hatandi tjeklarí — her
talast ikki ilt um tey hvøssu orð ella orða-
far. sum fella kunnu í heitum og lívligum
orðaskifti — hevur ellars sitið í langar
tíðir ovarlaga á tinginum. í summar, eina-
ferð tað gekk nakað vilt, tók eisini for-
maðurin álvarliga til orða og talaði at
slíkum atburði. Tey grundigu fyndarorð,
hann tá segði, hopast ikki vera søgd til
ónyttu.
»Fuglafr.« vil tá vænta, at tað illsinta,
vanvirðisliga smátjeklarí má vikja meir og
meir og taka tann gamla, samansnerkta
kryplingin: putl- og partípolitikkina við
sær út úr tingsalinum. ístaðin hopa vit,
at sessin tekur aftur meiri fólkaligheit,
meiri djúpskygni, reinari fosturlandslyndi,
størri kunnskapsnógd. Og kunnu ikki vit
halda høgtíð og gleim á tingsins 50-ára-
degi, so skulu Føroyingar — hvør. ið tá
livur — á 75-ára-deginum kunnu halda ein
fest sum eitt sameint fólk, komið á góða
leið.
»DÍmma«. — Eitt hánsorð. — »Press-
an« eigur at ganga fólkið fyri við fólka-
ligari talu og taka seg í vara, at hon ikki
fær eitt ljótt orð á seg sum fyrigangari í
brúkið av eyknøvnum. Tann parturin, sum
antin uppá prent ella i talu tekur til at
brúka eyknevni. kunnger altíð, at hann
eingi líklikt vopn hevur at verja seg við.
— Líknað saman við útlendsk bløð hevur
»Føroya pressa« ført eitt hampuligt tungu-
mál. tá íð tað eina blaðið verður undan-
tikið. Hvat »Tingakrossi« viðvíkjar. seti
eg meg ikki til dómara yvir tað blaðið
fyri seg sjálvt, men tað er ikki fólkaligt
av tí at blíva við at eyknevna iDimma-
lætting« og kalla hana »Dimma«. Tað er
einki at dylja yvir, at »Dimm.« er eitt
heldur ússaligt blað fyri eygablikkið; men
tað gevur ikki nøkrum rætt til at eyk-
nevna hana. Tað prentaða orðið hevur
stóra makt. tí má enn meiri aktast uppá,
at bløðini ikki uppvenja fólkið til at seta
eyknevnið í hásætið. d-f-f.
— I. øgtingsins 50-ára-dagur.
Eitt »originalt« uppskot er tað, at Føroy-
ingar á tingsins 50-ára-degi skulu hava
svart flagg uppi. Harvið skal úttalist tann
íðran og sorg, sum vit føla, tí vit ikki
hava evna gjøgnum tingið at fjálga betur
um føðilanđ várt. Eitt annað uppskot er,
at vanligt flagg verður havt uppi. Tað
skal kunngera ta gleði, vit kenna, ti at
vit í løgtinginum hava eina skipan, sum
e i g u r líkindi til at kunna verða
okkum til frama. Líkaleiðis skal tað
kunngera, at vit ikki hava mist vónina
um, at tann ttð kemur, tá ið tað skal
stanđa heiður av Føroya løgtingi.
Mær tykist fyrra uppskotið at vera
væl so »syrgiligt«. Tað seinna: at flagga
við vanligum flaggi og ellars ongar aðrar
»festligheitir« hava fyri, er ikki óhóskandi.
- Frítt jarðagóðs á íslandi?
Islendingar byrja at komast alt betur eftir,
at fólksflutningurin til Amerika er eitt
lemjandi niðurbrot fyri landið. Blaðið
»J>jóðviljinn« fyri 24. okt. tekur fólksflut-
ningsmálið fram í álvara í eini vælskrivaði