Fuglaframi - 14.01.1902, Síða 2

Fuglaframi - 14.01.1902, Síða 2
Off er tað at elva fram æðuvarp, at forbjóða at taka eg'gini? — Dúnið loysir tað seg jú ikki at fáast við. — Av roynđ- um veit mann, at tað einki sakar varpinum at taka fyrstu urt. Eg skal ikki fara gjøllari um veiði- lógina her. Eg ætli, nú er nóg mikið til at sýna. at hon ikki er havandi sum hon er. Fuglabjørg mugu ikki friðast longur enn fjórðing til havs. Harutíðin eigir at setast o. u. frá i. novbr. til i. febr. Æðuegg mugu kunna takast í varpi. Raninga- reglan útgongur. Ytirni fyri friðlýsings- lingjunum mugu uppgangast og kunngerast. Veiðilógin helst leggur eitt undarligt og døkt kolulýsi yvir føroyskan politikk. 1 føroyskum politikki kennist einki, sum roknar uppá manna-ansvar og mannavirði. Føroysk politikk er kenshileys, og má við hesi natúr síni tí vera landsskaðilig og mannaspillandi. Tann politikk, sum í sín- um lógstarvi vil halda fólk i teyma á sama hátti sum vant er at upptemja ross og hund, má føra undan brekku. So hvørt sum politikk okkara sópar ansvarskensluna burtur. iagar hon uppí liðini við lógreglum. hvat íð vil føra til, at vit alt meir og meir í allar ættir um- girðast av heftandi lógboðum. sum ikki verða vird, men sum brótast altið, tá kansur er til tað. Uppá hetta eru nóg nógv mestur at finna hjá okkum til at tað nýtist at út- greiðast gjøllari. Tá íð mann vil meta um, hvussu framarliga ein fólkaflokkur stendur, tá má mann ikki bert hyggja at vinnulívsstarvinum ella at bókmentum og kunsti. mann má kanna fyrst og framst eftir, hvussu djúp og útbreidd ansvars- kenslan er. Føroysk politikk hugsar sjaldan sjálv- bjargin. Tá hon ikki gongur tað gamla spori, letur hon onnur lond hugsa fyri seg, serliga Danimark. sum alt meir og meir tykist at blíva ein gudur fyri okkum. Eitt ilt, annað ilt. Út úr gamlu spori okkara glíða vit spakuliga men trygt í kjalavatn Danimarks, har at vera eftir- bátur í tjúkkum og tiinnum. At vera okkum sjálvir og byggja land okkara so sum vit, menniskjanskensla, vitinskapur og roynđ tilsiga, at byggja landið eftir egnum sjálvbjargnum tykki — nei, veitst tú hvat! Føroysk smyrnateppir, sum sýnd vóru á jólaframsýningini í »Industriforeningen< í Keypmannahavn, eru til heiður fyri tær ungu frúgvir, sum virkað hava. og til prýði fyri føroyskan industri. Hetta var bara fyrsta roynđin. Teppini vóru væl umtalaðu í øllum bløðum og eisini róst millum fólk, og tað vil óivað uppmuntra tær, íð veva, tillíka nøra um góðan hug og ans til at seta saman mynstir og velja litir. Tað er, tykist mær, bara at siga um teppini, at tey eru væl so »leys« og ikki nóg sløtt avklipt — nakað »topput«. 011 hava tey vøkur mynstir og litir. Plássið, tey fingu á framsýningini, var ei- sini so gott sutn vera kundi. Hesu smyrnateppirni eru ein fittlig »industrigrein« fyri gentur í Føroyum at fáast við, og tað er at vænta — alt sum øvilsi tekur til —, at tey verða keypt so væl, at tað kann verða eitt lønandi verk. Keypmannahavn, 12. dec. 190.1. Helena Patursson. Bókmentir. Heimastell heitur ein bók av Hulđu Garborg, kona hitt viðgitna norska skaldið Arne Garborg. Hettar er bókin, sum hvør húsmóðir eigir at hava, hon standi fyri einum stór- um ella lítlum húshaldi. Frú Garborg er sjálv skald og hevur skrivað fleiri spøl og forteljingar og førir ein stuttligan og lættan penn. so er eisini hendan bók stuttlig skrivað, greið og løtt at lesa, og tað kennist, at frúin er inni í tí, hon setur fram. »Ei kerring kann ausa ut med ei skei, so fort sum mannen fører inn med eitt skip«. Bókin er fyri norskar húsmóðrir á landsbygd og er løgd so, at hon kann vera til rættleiðing í øllum innanhýsis-starvi. Hon byrjar um heilsuna. »Helsa er snart sakna og seint attfunni«. Hon leggur ráð til at røkja ovnar og grúgvu, song, líkami, tenn og munn — alt so natúrligt og beint. So kemur hon til matin. Byrjar við breyðbaking, og so frameftir rættleiðingar til allan mat av kjøti og fiski. Her er mangt at finna, gagnligt fyri allar hús- móðrir at vita, mangt, íð ikki finst í øðrum kókibókum. Her kann tú læra at tilgera ger, royna um mjølið, tú brúkar, er gott, baka so mong sløg av breyði og køkum. at tú kemur ikki upp fyri at smakka á hvørt slagi, um tú stóð við ein heilan dag. Tú fært at vita, hvussu fram skal far- ast við slagting og hvussu slagtið best skal nýtast; tú fært at vita atburðin til at gera ein hóp av ymiskum pylsum og kjøt- rættum av neyti, rossi, seyði, svíni og fugli. Og so fiskamatur av øllum slag, — alt stutt og greitt.

x

Fuglaframi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.