Fuglaframi - 14.01.1902, Qupperneq 2
Off er tað at elva fram æðuvarp, at
forbjóða at taka eg'gini? — Dúnið loysir
tað seg jú ikki at fáast við. — Av roynđ-
um veit mann, at tað einki sakar varpinum
at taka fyrstu urt.
Eg skal ikki fara gjøllari um veiði-
lógina her. Eg ætli, nú er nóg mikið til
at sýna. at hon ikki er havandi sum hon er.
Fuglabjørg mugu ikki friðast longur enn
fjórðing til havs. Harutíðin eigir at setast
o. u. frá i. novbr. til i. febr. Æðuegg
mugu kunna takast í varpi. Raninga-
reglan útgongur. Ytirni fyri friðlýsings-
lingjunum mugu uppgangast og kunngerast.
Veiðilógin helst leggur eitt undarligt
og døkt kolulýsi yvir føroyskan politikk.
1 føroyskum politikki kennist einki, sum
roknar uppá manna-ansvar og mannavirði.
Føroysk politikk er kenshileys, og má við
hesi natúr síni tí vera landsskaðilig og
mannaspillandi. Tann politikk, sum í sín-
um lógstarvi vil halda fólk i teyma á sama
hátti sum vant er at upptemja ross og hund,
má føra undan brekku.
So hvørt sum politikk okkara sópar
ansvarskensluna burtur. iagar hon uppí
liðini við lógreglum. hvat íð vil føra til,
at vit alt meir og meir í allar ættir um-
girðast av heftandi lógboðum. sum ikki
verða vird, men sum brótast altið, tá
kansur er til tað.
Uppá hetta eru nóg nógv mestur at
finna hjá okkum til at tað nýtist at út-
greiðast gjøllari. Tá íð mann vil meta
um, hvussu framarliga ein fólkaflokkur
stendur, tá má mann ikki bert hyggja at
vinnulívsstarvinum ella at bókmentum og
kunsti. mann má kanna fyrst og framst
eftir, hvussu djúp og útbreidd ansvars-
kenslan er.
Føroysk politikk hugsar sjaldan sjálv-
bjargin. Tá hon ikki gongur tað gamla
spori, letur hon onnur lond hugsa fyri seg,
serliga Danimark. sum alt meir og meir
tykist at blíva ein gudur fyri okkum.
Eitt ilt, annað ilt. Út úr gamlu spori
okkara glíða vit spakuliga men trygt í
kjalavatn Danimarks, har at vera eftir-
bátur í tjúkkum og tiinnum.
At vera okkum sjálvir og byggja land
okkara so sum vit, menniskjanskensla,
vitinskapur og roynđ tilsiga, at byggja
landið eftir egnum sjálvbjargnum tykki —
nei, veitst tú hvat!
Føroysk smyrnateppir, sum sýnd vóru
á jólaframsýningini í »Industriforeningen<
í Keypmannahavn, eru til heiður fyri tær
ungu frúgvir, sum virkað hava. og til prýði
fyri føroyskan industri.
Hetta var bara fyrsta roynđin. Teppini
vóru væl umtalaðu í øllum bløðum og eisini
róst millum fólk, og tað vil óivað uppmuntra
tær, íð veva, tillíka nøra um góðan hug
og ans til at seta saman mynstir og velja
litir.
Tað er, tykist mær, bara at siga um
teppini, at tey eru væl so »leys« og ikki
nóg sløtt avklipt — nakað »topput«.
011 hava tey vøkur mynstir og litir.
Plássið, tey fingu á framsýningini, var ei-
sini so gott sutn vera kundi.
Hesu smyrnateppirni eru ein fittlig
»industrigrein« fyri gentur í Føroyum at
fáast við, og tað er at vænta — alt sum
øvilsi tekur til —, at tey verða keypt so
væl, at tað kann verða eitt lønandi verk.
Keypmannahavn, 12. dec. 190.1.
Helena Patursson.
Bókmentir. Heimastell heitur ein
bók av Hulđu Garborg, kona hitt
viðgitna norska skaldið Arne Garborg.
Hettar er bókin, sum hvør húsmóðir
eigir at hava, hon standi fyri einum stór-
um ella lítlum húshaldi.
Frú Garborg er sjálv skald og hevur
skrivað fleiri spøl og forteljingar og førir
ein stuttligan og lættan penn. so er eisini
hendan bók stuttlig skrivað, greið og løtt
at lesa, og tað kennist, at frúin er inni í
tí, hon setur fram.
»Ei kerring kann ausa ut med ei skei,
so fort sum mannen fører inn med eitt
skip«. Bókin er fyri norskar húsmóðrir á
landsbygd og er løgd so, at hon kann vera
til rættleiðing í øllum innanhýsis-starvi.
Hon byrjar um heilsuna. »Helsa er
snart sakna og seint attfunni«. Hon leggur
ráð til at røkja ovnar og grúgvu, song,
líkami, tenn og munn — alt so natúrligt
og beint.
So kemur hon til matin. Byrjar við
breyðbaking, og so frameftir rættleiðingar
til allan mat av kjøti og fiski. Her er
mangt at finna, gagnligt fyri allar hús-
móðrir at vita, mangt, íð ikki finst í øðrum
kókibókum.
Her kann tú læra at tilgera ger, royna
um mjølið, tú brúkar, er gott, baka so
mong sløg av breyði og køkum. at tú
kemur ikki upp fyri at smakka á hvørt
slagi, um tú stóð við ein heilan dag.
Tú fært at vita, hvussu fram skal far-
ast við slagting og hvussu slagtið best
skal nýtast; tú fært at vita atburðin til at
gera ein hóp av ymiskum pylsum og kjøt-
rættum av neyti, rossi, seyði, svíni og
fugli.
Og so fiskamatur av øllum slag, —
alt stutt og greitt.