Oyggjarnar - 22.08.1905, Blaðsíða 2

Oyggjarnar - 22.08.1905, Blaðsíða 2
netop tað slagi, sum veksur á bøðinum í Danimarki. Akke- leiða og blákolla og mong onnur sløg, sum eg ikki dugi at nevna. Niðast á bøðinum við sandin, millum stør (marehalm), skøru, kumman, meistarurt (selleri), gongur ein lífligur og rætt- skaffiliga bedøvandi roykur frá blomstrandi sortugræsi, seyða- smæri og reyðsmæri, av kvítum og gulum strandblómum. Tað er langt millum summi húsini á Sands bygd--------er tú móður ella beindovin, kann tú koma tær longsti leiðirnar við báti, tí millum bygdina er stórt vatn — hvar mongd av laksi heldir til — og har flóta bátarnir við tromina. Á hesum bátum — eg sá tí verri ongan hvítan! — stendur hvørki: FÆ R G E 25 Øre. ella annað uppmálað. Sandingar velta ikki røtur. Eg havi illgruni á, at tað ikki er ti teimum tarvast ans fyri tí heilsibót sum er í fruktini, og so vælsmakkandi sum hon er afturat fugli, kjøti, grind, salta og fekst; men fryktin fyri róta- tjóðum! Vaksa kunnu røtur fult væl á Sandi. Eg bar eyga við eitt kál, sum fólkini í Hekstrenni høvdu, i gei'ði. beint undir vind- eyganum; tað sá frálika væl út eftir ársins tíð. Samaleiðis í Skálavík! har bøður og veltur er tað grøðu- miklasta í sæst á landinum, — tær kornveltir! stórar og mat- tungar! men ikki eitt kál at sjá. H Harri Andrass. — Hvat mun sær tú millum Rasmus há- skúlalærara og Michólsen real- skúlalærara? Harri Janus. — Rasmus brúkar knokkin, Michelsen spa- rir uppá hann. Harri Andrass. — Enn Dióni tá? Harri Janus. — Sum Óli í Klakksvik, brúkar einans pennin. Dávur. Mikines. Mikines hevir eftir manna- søgn verið ílotoy. Ein maður í Sørvági, sum javnliga róði út, ræddist illa stórhvalirnar úti á havið, og av tí, hann ikki átti bævur at styggja teir burtur við, hevði hann til tess tarvs mykju, sum hann kastaði í sjógvin, tá ið hvalur vóru nær staddur bátinum. Nú hann sitir úti á havið og rekur fyri vestan Vágar, sær hann stóra oyggj koma undan úr tokuni; allir draga upp og rógva sum skjó- tast at oynni. Sørvágsmaðurin, ið fyrstur hevði borið eyga við hana, kastaði mykjuna upp á eitt nes, sum teir komu at, og steig so á land sjálvur; tá festist oyggjin av mykjuni, ið blaka var upp á nesi, og av tí sigist oyggjin at hava fingið navn Mykjunes. Aðrir nevna hana Mikines av tí mikla nesinum eystast á oynni, sum eitir Núgvunes. í øðrum frásøgnum er sagt, at eina ferðina var ein risi, sum vildi búgva í Føroyjum, men tær oyggjar, sum honum likaði best, vóru ov smáar, og tí ætlaði hann at leggja fleiri saman. Fyrst kom han til Kolturs og legði hana, hvar hon liggir nú. So fór hann til Skúgvoyar, at draga hana áfasta við Koltur. Men Skúgv- oyingar spurgdu hann, um tað var álvara, at hann vildi búgva í teirra oyggj, sum Kálvur lítli hevði átt. Nú risin spyr hettar, vil han ikki hava oynna, og takkar teimum, at teir hava sagt sær frá hesum, gav burtur stórar gávur, og fór so haðani. Fyri norðan lanði fann hann tá eina stóra oyggj, sum honum tøkti góð hjá sær at búgva á; hann førdi hana tí suður eftir havinum, men tá hann kom fyri vestan ábeitt Vágar, var hann ikki mentir at fáa hana longur. Hann lá um eina viku og kýttist at fáa oynna suður til Kolturs, men ikki bar til hjá honum at flytta hana, hon vikaðist ikki úr staði. Illir í huga mælti hann tá: »fjør mitt, fjør mitt, hevði eg fingið oynna upp fyri, fekk eg væl hesa undir kav;« tí ongum øðrum unnaði hann oynna Mikines at búgva á enn sær sjálvum. Enn á døgum sigist man stunđum at hava sætt eina oyggj fyri norðan Vágar; høg fjøll eru sjónnlig á henni, djúpur dalur og hvitir fossar; helst er tað Sørvágsmenn. sum hava sætt hana grant, ofta tá ið teir hava verið burtur i haga og røkta seyð har, hvar norður- havið er haft i eygsjón. Ei er tí at undrast i, um Mikinesmenn eru i døpurhuga, tá ið tíðindi berast út til teirra, at onkur aftur hevir sætt hesa oynna; — hvør veit, um risin livir ikki enn og kann søkka Mikines í kav fyri at fáa oynna fyri norðan flutta suður og festa, har hann ætlar henni at standa. Ráð fyri krími. Valla uppí ein tespón av kamfen skal loysast upp i sjóðandi heitum vatni, so mikið sum fer í ein tekopp. Eimurin andast tá inn gjøgnum næsar- gluggarnar, meðan munnurin verður hildin fast aftur. Hetta lagi lættur ofta brád- liga, sjálvt um ein hevur hervu- ligt krím.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað: 14. nummar (22.08.1905)
https://timarit.is/issue/49380

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.

14. nummar (22.08.1905)

Aðgerðir: