Oyggjarnar - 22.08.1905, Blaðsíða 4

Oyggjarnar - 22.08.1905, Blaðsíða 4
millum lærarin og børnini á bygdum! føroysk skúlabørn eru tó ikki herviligari enn onnur børn! — vit rokna ikki, hvat ið teir kundu hitta uppá í Havn, sum høvdu eitt slíkt landaforstýrilsi til yvurlærara sum Bergh. Á bygdum, har ringasta greiðan er millum børn og lærara, finst neyvan i av io millum tey vaksni, sum hugsa annað, enn at øll ársakin er hjá tí ringa lærarinum. Tað er rætskaffiliga synd i tí unga lærarinum, sum kemur til fremmanda bygd at virka har, sum tá straks verður skjerdur: hann frættir. at for- eldrini og tey vaksni tíðliga og seint tala vanvirðisliga um hann, meðan børnini hoyra uppá. Hvussu skal hann tá koma nakra leið við at læra? Naturiig foreldir vita, at tað er teirra pligt at hjálpa lærarinum við børninum: halda tey til at vera høvisk, hava góðheit fyri honum; tað er tí stór tanka- leysheit, at foreldrini læta børn nevna ring orð um sín lærara; tey eiga at forsvara hann fyri teimum, antin hann er ringur ella góður — — er hann ringur lærari kunnu foreldrini og tey vaksni ikki seta hart nok at honum, men á røttu tíð og stað má tað vera. Tað er líka neyðugt, at gott samband er millum foreldrini og lærarin sum millum børnini og lærarin. Man tað vera siður í nógvum føroyskum skúlum, at børnini, tann dag tey sleppa frí, rópa tillærarin: gleðuligan fest! ella góða feriu! frá sær sjálvum og foreldrinum? Verri enn so man vera. Vit høvdu verið fegin at frætt tað onkum staðnis frá. Dansku suðurlands oyggjarnar. Kyndigur danskir menn, suffl hava verði úti á St. Croix og kanna eftir leið til at fáa jarnbreytt rásir niðurlagdar har; teir siga. at hetta verk fer at taka so ómetuligan bekostnað, at tað aldrig kan løna seg at byrja við ti. Fyrsti lagtings- m a ð u r (toyggjandi): Eg má siga — fyri mitt viðkomandi — so meini eg — at đersum vit trykkja lagtingsberætningar- nar pá danskt — so fáa vit fleiri lesarir. Annar lagtings- maður (knapligur): Tá er tað f . . d.........á hægsti tíð, at tú og tínur líkar læra tykkum at lesa í bók. A d a. — Hanna er ófør. í gjár hoyrdi eg hana siga við eitt mannfólk »kom tættvi«! M a j a. — Hon er óv. A d a. — So ræðuligt var tað tá ikki, tí hon talaði í telefon. Húsfrú suðuri í vági sigir, at urtapottar, sum vera settir burtur til vetrakvild, ikki mugu beinast á loft við zinktaki, tí har frysta teir. Turrir og myrkir kjallari er gott pláss til vetralevi. Summi seta urtapottarnar niður i tóma tunnu í kjallarinum — rósintrø ein mest. Lýsingar. -O— Vakurt og biligt Tapetpapir fæst í bókhandlinum i Havn. Alle Slags Guldstads, Pletsager, Galanterivarer, Ure, Harmoni- kaer, Bordtæpper og en Mængde andre Varer kebes bed>t hos M. Einarsson, Thorshavn. Tohs. Patursson: Færøsk Politik I kr. — Gunløgskvæði 25 oyr. — Tingstarv 25 oyr. Sverre Patursson: Dagdvølji 25 oyr. fæst í bókhandlinum í Havn. Lysingar til »Oyggjarnar» beinast til prentsmiðu »Dimma- lætting«s ella til blaðstýrarin. Blaóhaldarir sum flyta! gloymi ikki at gerða so væl at siga blaðnum frá tí. Tann, sum forvervar 3—4 haldarir til »Oyggjarnar« fær blaði fyri einki í eitt ár. Støk bløð av „Oyg-gjarnar“ fáast í bókhandlinum i Havn fyri 10 oyr. »Oyggjarnar« kosta fyri x/2 ár 1 kr. 50 oyrur, 1 ár 3 kr., og eru tá flutningspeningur uppi í. Tað 25-oyra, sum blaðið kostar um mánaðin, verður innheintað ista í hvør- jum mánaði — har sum tað letur seg gera — og tí at fleiri blaðhaldarir hava ynkst peningargjalđið í smáum. Blaðstýrari: Helena Patursson. Prentað í Prentsmiðja »Dimmalætting«s.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.