Oyggjarnar - 22.08.1905, Qupperneq 4
millum lærarin og børnini á
bygdum! føroysk skúlabørn eru
tó ikki herviligari enn onnur
børn! — vit rokna ikki, hvat
ið teir kundu hitta uppá í
Havn, sum høvdu eitt slíkt
landaforstýrilsi til yvurlærara
sum Bergh.
Á bygdum, har ringasta
greiðan er millum børn og
lærara, finst neyvan i av io
millum tey vaksni, sum hugsa
annað, enn at øll ársakin er
hjá tí ringa lærarinum.
Tað er rætskaffiliga synd i
tí unga lærarinum, sum kemur
til fremmanda bygd at virka
har, sum tá straks verður
skjerdur: hann frættir. at for-
eldrini og tey vaksni tíðliga og
seint tala vanvirðisliga um hann,
meðan børnini hoyra uppá.
Hvussu skal hann tá koma
nakra leið við at læra?
Naturiig foreldir vita, at tað
er teirra pligt at hjálpa lærarinum
við børninum: halda tey til at
vera høvisk, hava góðheit fyri
honum; tað er tí stór tanka-
leysheit, at foreldrini læta børn
nevna ring orð um sín lærara;
tey eiga at forsvara hann fyri
teimum, antin hann er ringur
ella góður — — er hann ringur
lærari kunnu foreldrini og tey
vaksni ikki seta hart nok at
honum, men á røttu tíð og
stað má tað vera.
Tað er líka neyðugt, at gott
samband er millum foreldrini
og lærarin sum millum børnini
og lærarin.
Man tað vera siður í nógvum
føroyskum skúlum, at børnini,
tann dag tey sleppa frí, rópa
tillærarin: gleðuligan fest! ella
góða feriu! frá sær sjálvum og
foreldrinum? Verri enn so man
vera. Vit høvdu verið fegin
at frætt tað onkum staðnis frá.
Dansku suðurlands oyggjarnar.
Kyndigur danskir menn,
suffl hava verði úti á St. Croix
og kanna eftir leið til at fáa
jarnbreytt rásir niðurlagdar har;
teir siga. at hetta verk fer at
taka so ómetuligan bekostnað,
at tað aldrig kan løna seg at
byrja við ti.
Fyrsti lagtings-
m a ð u r (toyggjandi): Eg má
siga — fyri mitt viðkomandi
— so meini eg — at đersum
vit trykkja lagtingsberætningar-
nar pá danskt — so fáa vit
fleiri lesarir.
Annar lagtings-
maður (knapligur): Tá er
tað f . . d.........á hægsti
tíð, at tú og tínur líkar læra
tykkum at lesa í bók.
A d a. — Hanna er ófør.
í gjár hoyrdi eg hana siga við
eitt mannfólk »kom tættvi«!
M a j a. — Hon er óv.
A d a. — So ræðuligt var
tað tá ikki, tí hon talaði í
telefon.
Húsfrú suðuri í vági sigir, at
urtapottar, sum vera settir
burtur til vetrakvild, ikki mugu
beinast á loft við zinktaki, tí
har frysta teir.
Turrir og myrkir kjallari er
gott pláss til vetralevi. Summi
seta urtapottarnar niður i tóma
tunnu í kjallarinum — rósintrø
ein mest.
Lýsingar.
-O—
Vakurt og biligt Tapetpapir
fæst í bókhandlinum i Havn.
Alle Slags Guldstads,
Pletsager, Galanterivarer, Ure, Harmoni-
kaer, Bordtæpper og en Mængde andre
Varer kebes bed>t hos M. Einarsson,
Thorshavn.
Tohs. Patursson: Færøsk Politik
I kr.
— Gunløgskvæði 25 oyr.
— Tingstarv 25 oyr.
Sverre Patursson: Dagdvølji
25 oyr.
fæst í bókhandlinum í Havn.
Lysingar til »Oyggjarnar»
beinast til prentsmiðu »Dimma-
lætting«s ella til blaðstýrarin.
Blaóhaldarir sum flyta!
gloymi ikki at gerða so væl
at siga blaðnum frá tí.
Tann, sum forvervar 3—4
haldarir til »Oyggjarnar« fær
blaði fyri einki í eitt ár.
Støk bløð av
„Oyg-gjarnar“
fáast í
bókhandlinum i Havn
fyri 10 oyr.
»Oyggjarnar« kosta fyri x/2
ár 1 kr. 50 oyrur, 1 ár 3 kr.,
og eru tá flutningspeningur
uppi í. Tað 25-oyra, sum
blaðið kostar um mánaðin,
verður innheintað ista í hvør-
jum mánaði — har sum tað
letur seg gera — og tí at
fleiri blaðhaldarir hava ynkst
peningargjalđið í smáum.
Blaðstýrari: Helena Patursson.
Prentað í Prentsmiðja »Dimmalætting«s.