Oyggjarnar - 22.11.1905, Síða 1

Oyggjarnar - 22.11.1905, Síða 1
O Y GG J ARNAR, i. árgangur. Mikudagin 22. november 1905. Nr. 21. Oyggjarnar* kosta, goldnar frammanun- dan l Kr. hálvárið, flutningspeningur undantikin. Fjúrtandadags blað. Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan á fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr. Fyrilestur. Fyrsta røða, sum er hildin her á landi um spæðbarnarøkt, var hin hjá Fridericia lekna, 9. nobr. i Havn. Einkið unđur tá at hesin fyrilestur var væl fegnaður, at har vóru nógvar mammir, sum liddu á leknas røðu og fingið mangt hent og gagnligt burtur úr henni. »Væl ældur er væl vaksin«. — Tann. sum var vannrøkt- aður frá spæðbarnaárinum, bleiv sjáldan maður. — Tað er eitt annað førovskt orðatak, sum ikki hóskar so væl við leknas umrøðu av spæð- barnarøkt: >í skarn skal tú sveinsbarni æla«. Teir gomlu hava neyvan meint, at sveins- barnið skal vera so skitið sum møguligt, men trúligt, at tað ikki má vera erkvisi, forkelað; tað skal uppælast til r æ 11 a n m a n n. Vit vita øll, at menn- iskjalívsins argasti fíggindar eru skarn, órein luft og ringur kostur; dyggast rínur hettar við spæðbarni. Mikil er munurin ímillum at vera uppæld kroystin og vera uppæld sunt og harðbasin entin tað er gentu- ella sveinsbarn. Eitt lítið petti av tí, sum lekni talaði um klædnað og reinligheit hjá spæðbarninum frá tí degi tað er borið í heim, stendur inni í blaðnum. Næsta røða, sum dr. Fridericia ætlar at halda 23. h. m., verður um hettar sama evni barnarekt — eina mest tá um kostin. — Nógvir góður menn halda nú stytt, veturin úteftir, ymisligar upplýsanđi fyrilestrar í Havn. Ein má hugsa: Hví man tað vera so púra sørt við fyrilestrar úti á bygđum — í størri bygd- inum! Menn til at tala og evnir at røða um, skuldi ikki tørvast. Kennarir, prestar, leknir — ikki at tala um tingmenn — aðrir evnagóðir stakmenn. Tíðin! hon má vera ógvuliga rúmlig hjá fleiri av hesumnevndu; um ikki av øðrum, so skuldi ein tykst, at teir av tí ársaka kendu trongd til at spjætt upplýsning um seg. í 25 ár hevurnú »Dimmalætting«sprent- smiðjuformaður Long verið bók- og blaðprentari í Føroyum. Hansara høgtíðsdagur var síðsta leygardag. Tað er eitt stórt virki, sum er komið úr hansara hondum hesu árini. 011 vit, sum kenna mannsins arbeiðsevni, ynskja, at hann leingi má liva millum Føroyingar, og standa fyri okkara fyrsti prentsmiðju. í álmanakkanum »Danmark« skrivar nótamaffurin (Hjalmar Thuren) um føroyskar vísur og lag; Botanikarin Ostenfeldt fyllur uppí >Atlanten« um tað føroysku natúrina. Vit eru so javnt fyri kikart- inum. ,.Ein kvinna“ skrivar í før- oyskt blað, mars 1899: Hví eru vit so tigandi? »Hví hoyrist ongantíð nakað frá konufólkinum ? Hví sam- ráðast vit aldrig um okkara viðurskiftur? Eru vit so full- komnar, at okkum ikki nýtist víðari framstig? Ella er tað, tí vit ikki halda tað gagna, sum skrivað verðir í bíøðunum? Mannfólkini leggja teirra viður- skiftur framm fyri hvørjum øðrum í tali og uppá prent, og tað vísur ikki annað, enn tað er rættur mátin. Hvi kunnu vit ikki fremja okkara sakir. á sama hátt og sum onnur londs kvinnur ? Ella halda vit ikki okkara starv vera so mikið vert, at tað loysur seg at bøta um tað? Mær tykir, at tað er av kvinnins náði og ikki av mannsins, tá íð eitt heim er virðiligt, og eitt virðiligt heim kallast grundalagi fyri øllum góðum starvi og felagslivi. Men soleingi hvør av okkum gongur og starvar fyri seg sjálvan, verður tað seigligur framburður, bæði á ein og annan hátt. Kunnu vit ikki samrøðast,

x

Oyggjarnar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.