Oyggjarnar - 22.11.1905, Blaðsíða 2

Oyggjarnar - 22.11.1905, Blaðsíða 2
og leggja hvørjum øðrum ráð, so man einkið til muns fara og skapast burtur úr nøkrum fram- burðsstarvi. Mær hevði tykst væl, um vit brátt tóku okkum um reigj og gjørdu álvara av. At bíða eftir, at mennunir skulu taka okkara viðurskiftir fram til um- røðu og kannska til avgerð, tað kann varaleingi; oghvussu skulu teir duga at hagreiða og fremja okkara starv? Nei, til tess eru vit sjálvar næst. Latið okkum tí b)rrja, og ikki longur taka til takkar við at standa í bløðunum sum bazar- damur“. Tær tykjast ikki nógvar at hava verið samsintar við »Ein kvinna*, tí eingin sæst seinri at hava tikið undir hesa grein — — allar vóru lika tigandi. »Ein kvinna* hevur rópt á sínar landsmannindur, men hon hevur rópt út i tómt heim. Er ársakin mangul uppá dirvi, er tað illa, men er hon mangul uppá evnir og forstáðilsi, er tað verri. — Hon sæst heldur ikki sjálv at hava havt dirvi til at tiki hettar evni uppaftir i bløðunum til umrøðu, og fyri á peika á eit mál til at byrja við. Tað eru tó tær, sum ikki firnast fyri at siga sína meining í »Oyggjunum«. Vit vænta, tær verða fleiri, alt sum tíðin líðir — — blaði er ikki meira enn 8 mánaðar gamalt. Húgva og hattur. Eitt framstig. Tað sær rættskaffiliga gott og raskt út, at føroyska kvinnur i bý og á bygđ, mest allar, hava tyki sær fyri at læta hattin hanga og seta húgvuna uppá høvdi, tá tær fara út. Hattur hóskar ógvuliga illa til okkara veðurlag, bæði á sjógv og landi, men ringast um vetratíð, hartil er hann eit høvuð- klædnað, sum altíð gongst illa við at fáa til at passa: æntin gongur handan við hatti, sum ber henni ræðiliga ella hevur hin skift um, »forandrað« sin ferð eftir ferð — — einans hitt vakrasta anliti loyvist at bera, hvat slags hat hon lystir, men anliti er tó vakrari og friðari undir húgvini — undir turklæð- inum við. Ein brævskrivari til danskt provinsblað ber pá mál okkara ikki frálika góða ans um at »læta seg íð«, men tað hevði interessera hann at sæð, at hitt irriterandi Ijóta høvuðklædnaði hatturin, ikki her í Førjum var á hvørjum skalla«. Til eldri frúur og frúgvir halđi eg, at hatturin er eitt pent og sømuligt høvuðklædnað; ella til tær yngri ein heitan summar- dag — tá ein ikki er á langari ferð: Ljósir hattur við lættum pynti til ljósan búnað uppi á persóni, sum dugir at bera stáðsi natúrliga; tað kartn taka seg út. Men. hava tit ikki mangan sæð ljósan hat og svartan kjóla ásamakroppi! og enn verri, svartan hat og ljósa- gráðan kjóla? Eghavi hittgrønan kjóla og svartan hat og brúnan hat og svartan kjóla í Havn Olavsøkudag. Kom imillum tað sokallaða »góða selskapi«, tær sum duga at klæða seg vakurt og tó júst ikki brúka at pynta seg — tær bera altíð hat og búnað i litum, sum standa hvørjum øðrum nær, tá tær fara út. Ein Havnagenta fortaldi mær um tveir stórar hattar (Tyrolarir), sum hon hevði for- synda seg inn á tað kvøldið, Sandoyarprestur talaði í sjón- leikshúsinum. »Annar darlaði á høvdinum á einari gentu, sum sætt mitt í salinum og var so passaliga lág, at hon stund um stund stútaði bæði, sum sótu við hennara lið við hattatrómini — meðanhannfjaldiallaeygsjón fyri mær. Annar vinglaði á høvdinum á einari høgari kvinnu á sama bonki, hann køvdi bæði, sum sótu tí hegu nær og tók sýni frá teimum, sum uttanfyri vóru«. Eg biðu tykkam — eina mest tær ungu — um at halda tykkum til húgvunar, og sjálv- stendi í klæđnað, halda strengan »kritik« um, hvat búnað tit bera, ikki virða um mótarnar annað, enn hvat sum rætskaffi- liga vakurt og sømuligt er, og so — bera klæðini við rættum ryggji, men natúrligt! — sum tað sømir seg fríborið fólk. Við sumrinum kemur tað útlændska ferðafólki. Nøkur koma einans fyri at ansa um fólki í landinum: hvussu vit livað, klæða okkum, læra at kenna okkara ándliga lív. Vit leggja tá øll í, atteir, sum hava naka uppá seg, eisini skulu siga frá, ella skriva um okkum slíkt, sum hevur naka uppá seg, sum er okkum til æri. Tað, sum er okkum til æru, verðir okkum so vist ein gang til nvtti, tað rakar teg og meg, tað rakar okkum øll. H. Annar spurningur uppí røkur. — — Og nær fara teir, sum hava lært »privat« at skriva føroyskt, tá ið teir hava al- manna sakir at framleggja i Føroyum? Ein av teimum tjóðskap- ligastu bønar sínar lanđsmenn — uppá dansk mál! — at fara væl við Helms og skrivar: Vi Færinger .... ein annar: an- befaler sig ærbødigst til Publi- kum med alt til Faget henhø- rende. Hin triðji: har mistet en Ko i Nordredalshaugen o. s. fr. e., greinir og lýsingar frá teimum, sum hava lært privat og væl vita, at vit Føroyingar ikki longur liva í oyumørk, búgva í holu, har eingin sær og hoyrir okkera løgliga at- burð eri javnliga skrivaóar í danskum málið. »Skitin vani er ringur at leggja,* men eg spyrji: Er hettar virðiligir atburðir fyri Føroyingar nú á døgum? ella fyri teir, sum ganga á odda fyri okkara tjóðskapligu vælferð? Z.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.