Oyggjarnar - 22.11.1905, Side 2
og leggja hvørjum øðrum ráð,
so man einkið til muns fara og
skapast burtur úr nøkrum fram-
burðsstarvi.
Mær hevði tykst væl, um
vit brátt tóku okkum um reigj
og gjørdu álvara av. At bíða
eftir, at mennunir skulu taka
okkara viðurskiftir fram til um-
røðu og kannska til avgerð,
tað kann varaleingi; oghvussu
skulu teir duga at hagreiða
og fremja okkara starv? Nei,
til tess eru vit sjálvar næst.
Latið okkum tí b)rrja, og ikki
longur taka til takkar við at
standa í bløðunum sum bazar-
damur“.
Tær tykjast ikki nógvar at
hava verið samsintar við »Ein
kvinna*, tí eingin sæst seinri
at hava tikið undir hesa grein
— — allar vóru lika tigandi.
»Ein kvinna* hevur rópt á
sínar landsmannindur, men hon
hevur rópt út i tómt heim. Er
ársakin mangul uppá dirvi, er
tað illa, men er hon mangul
uppá evnir og forstáðilsi, er tað
verri. — Hon sæst heldur ikki
sjálv at hava havt dirvi til at tiki
hettar evni uppaftir i bløðunum
til umrøðu, og fyri á peika á
eit mál til at byrja við.
Tað eru tó tær, sum ikki
firnast fyri at siga sína meining
í »Oyggjunum«. Vit vænta,
tær verða fleiri, alt sum tíðin
líðir — — blaði er ikki meira
enn 8 mánaðar gamalt.
Húgva og hattur.
Eitt framstig.
Tað sær rættskaffiliga
gott og raskt út, at føroyska
kvinnur i bý og á bygđ, mest
allar, hava tyki sær fyri at læta
hattin hanga og seta húgvuna
uppá høvdi, tá tær fara út.
Hattur hóskar ógvuliga illa
til okkara veðurlag, bæði á
sjógv og landi, men ringast um
vetratíð, hartil er hann eit høvuð-
klædnað, sum altíð gongst illa
við at fáa til at passa: æntin
gongur handan við hatti, sum
ber henni ræðiliga ella hevur
hin skift um, »forandrað« sin
ferð eftir ferð — — einans hitt
vakrasta anliti loyvist at bera,
hvat slags hat hon lystir, men
anliti er tó vakrari og friðari
undir húgvini — undir turklæð-
inum við.
Ein brævskrivari til danskt
provinsblað ber pá mál okkara
ikki frálika góða ans um at
»læta seg íð«, men tað hevði
interessera hann at sæð, at hitt
irriterandi Ijóta høvuðklædnaði
hatturin, ikki her í Førjum var
á hvørjum skalla«.
Til eldri frúur og frúgvir
halđi eg, at hatturin er eitt pent
og sømuligt høvuðklædnað; ella
til tær yngri ein heitan summar-
dag — tá ein ikki er á langari
ferð: Ljósir hattur við lættum
pynti til ljósan búnað uppi á
persóni, sum dugir at bera
stáðsi natúrliga; tað kartn taka
seg út. Men. hava tit ikki
mangan sæð ljósan hat og
svartan kjóla ásamakroppi! og
enn verri, svartan hat og ljósa-
gráðan kjóla? Eghavi hittgrønan
kjóla og svartan hat og brúnan
hat og svartan kjóla í Havn
Olavsøkudag.
Kom imillum tað sokallaða
»góða selskapi«, tær sum duga
at klæða seg vakurt og tó júst
ikki brúka at pynta seg — tær
bera altíð hat og búnað i litum,
sum standa hvørjum øðrum nær,
tá tær fara út.
Ein Havnagenta fortaldi
mær um tveir stórar hattar
(Tyrolarir), sum hon hevði for-
synda seg inn á tað kvøldið,
Sandoyarprestur talaði í sjón-
leikshúsinum. »Annar darlaði
á høvdinum á einari gentu, sum
sætt mitt í salinum og var so
passaliga lág, at hon stund um
stund stútaði bæði, sum sótu
við hennara lið við hattatrómini
— meðanhannfjaldiallaeygsjón
fyri mær. Annar vinglaði á
høvdinum á einari høgari kvinnu
á sama bonki, hann køvdi bæði,
sum sótu tí hegu nær og tók
sýni frá teimum, sum uttanfyri
vóru«.
Eg biðu tykkam — eina
mest tær ungu — um at halda
tykkum til húgvunar, og sjálv-
stendi í klæđnað, halda strengan
»kritik« um, hvat búnað tit
bera, ikki virða um mótarnar
annað, enn hvat sum rætskaffi-
liga vakurt og sømuligt er, og
so — bera klæðini við rættum
ryggji, men natúrligt! — sum
tað sømir seg fríborið fólk.
Við sumrinum kemur tað
útlændska ferðafólki. Nøkur
koma einans fyri at ansa um
fólki í landinum: hvussu vit
livað, klæða okkum, læra at
kenna okkara ándliga lív. Vit
leggja tá øll í, atteir, sum hava
naka uppá seg, eisini skulu
siga frá, ella skriva um okkum
slíkt, sum hevur naka uppá
seg, sum er okkum til æri.
Tað, sum er okkum til æru,
verðir okkum so vist ein gang
til nvtti, tað rakar teg og meg,
tað rakar okkum øll. H.
Annar spurningur uppí røkur.
— — Og nær fara teir, sum
hava lært »privat« at skriva
føroyskt, tá ið teir hava al-
manna sakir at framleggja i
Føroyum?
Ein av teimum tjóðskap-
ligastu bønar sínar lanđsmenn
— uppá dansk mál! — at fara
væl við Helms og skrivar: Vi
Færinger .... ein annar: an-
befaler sig ærbødigst til Publi-
kum med alt til Faget henhø-
rende. Hin triðji: har mistet
en Ko i Nordredalshaugen o. s.
fr. e., greinir og lýsingar frá
teimum, sum hava lært privat
og væl vita, at vit Føroyingar
ikki longur liva í oyumørk,
búgva í holu, har eingin sær
og hoyrir okkera løgliga at-
burð eri javnliga skrivaóar í
danskum málið.
»Skitin vani er ringur at
leggja,* men eg spyrji: Er
hettar virðiligir atburðir fyri
Føroyingar nú á døgum? ella
fyri teir, sum ganga á odda fyri
okkara tjóðskapligu vælferð?
Z.