Oyggjarnar - 14.02.1906, Blaðsíða 1
OYGGJARNAR.
i. árgangur.
Mikudagin i4. Februar 1906.
Nr. 25.
»Oy<í‘íiarnar« kosta, goldnar frammanun-
dan l Kr. hálvárið, flutningspeningur
undantikin.
Fjúrtandadags blað,
Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan
á fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr.
Háskúlin í Føgrulíð
byrjar fyri gentir 1. mai og
endar á ólavsøku. —- Bønar-
bræv um peningastyrk má send-
ast til amtið innan 15. mars,
og tær, sum ætla sær á háskúlan
í Føgrulíð, mugu skila tað til í
bønarbrævinum. Síggið lýsing
um peningastyrk í sDimmalæt-
ting* nr. 51, igo5-
R. Rasmussen. Símun Skarð.
Ein lítil uppdrottur.
Ivaleyst hevði tað veitt okk-
um tjóðskapseyðkenni, veitt okk-
um gott orðalag uttanoyggjar,
um vit kundi fingið í iag »natio-
nala« útsølu í Havn. Hon hevði
bøtt um okkara heimavirki
(industri), sum nú er á fallandi
fótum — rætt komin á grava-
bakka.
Yit kundi byrja útsølu av
smámentum. Læt okkum siga:
Fyri útlændsferðafólk, har tey
kunđu fingi tilkeyps ámintiilsi
um teirra Føroyaferð — nyttig
keraldir og til samlingar.
Slíkt boðar gott frá londum.
Smámentir! gjørdar — ein
mest •— eftir trækeraldum, av
slíkum eiga vit ein hóp, men
tey sum fatast heima kunnu
síggja»model« í forngripsgoymsl-
uni í Havn. Har trítur ney van.
Størri og minni rimaleypar
og tættaleypar, brúnbeitsaðir
ella ósmurdir, til smástokkar
og fínt hánđarbeiði — tætta- \
leyparnir umframt til tubbaks-
ílæt; snotuligar triglar og
trog til skrivuborðskeraldir,
hándarbeiði og mangt og
hvat; verðakeralđir (súpana-
dyllir og mjølkakoppar) við
gjørðaband til tubbaksílæt,
cigarilæt, bindinganuva; lykb i
ir, sold, hvørnir, strippir,
sneisar, hesputræ, garnvindara,
rokkar, tuflir einans til áminn-
ilsi og goytnslir (samlingar)
og mangt og hvat, sum fyndig
og handalig fólk kunnu finna
út av, men alt við sínum rætta
føroyska navni, og helst nøkur
keraldini við fyndigum føroysk-
um orðataki á — okkurt sum
hóskar til ilæti, ella um ikki tað.
Føroysk bilætir! frá natúr-
ini og fólkaferðini. Utstappaðir
fuglar! —
Seinri var tað vert at stovna
»nationala« útsølu áfast áður-
nevndu, har ein kundi lagt inn
til sølu alskyns heimavirka
klædnaðir:
Sokkar, hosir, vøttir,
fingravøttir, tógv, troyggir,
kotavadmal, buksuvadmal,
kjólatoy, stakkatoy, litaskjúrt,
stimatrovggju, turklæðir, fir-
klæðir, ullint løk, reykkju-
vágir, gardinir, borðklæði,
y virtræk til sofabeinkir, skam-
lar, stólar, đúgar, hándklæðir,
baldíraðir húsbúnaðir av klæði
og lín, baldíraðir kýsar, fir-
klæðir, turklæðir, vestar o. s. f.
Hugnaligt hevði tað verði
um 1— 2 duganđi fólk í Havn
vildi byrja við hesu fyritøku,
fingi fatur á eina lítla útsølu-
stovu á sjónligum plássi, og
tosa við fólk um at virka smá-
mentirnar til sømuligan prís.
Tað eru góðar vónir til, át
fólk í nærmastu b}rgdum — trú-
ligt longur burtur — høvdu
tykt tað bæði lønandi og stutt-
ligt at arbeitt mentir til slíka
útsølu, og eyđnast tað, at nakar
tekur sær av hesum starvi, so
má hon ella hann taka passu-
ligar procentir av varini fyri
ómak við at selja og krambúgv-
útlegg, soleiðis at báðir partar
standa seg: tey, sum læta inn
í handilin, og tann sum selur.
Oivað vildu Føroyingar sjálv-
ir, og her búsitandi Danskarir,
keypt ein stóran part. Ólavsøku-
fólk! ikki at tala um jóltíðir,
bæði til egið heim, og til at
»senda niður«.
Men mest ræður um at boða
útlænđskum ferðafólki frá, tá
tey koma til landið.
Og tey verða alt fleiri her-
eftir dags, ár undan ári.
Hugsi um tað, bygđafólk og
Havnafólk.
Norsk málnevnd.
Bankfórmaður Ebbe Hertz-
berg, professarin Hægsted, bisp-