Oyggjarnar - 20.05.1908, Blaðsíða 1
4* arganyur.
Nr. 2.
OYGGJARNAR,
Mikudagin 20. Mai 1908.
Oyg<:jarnar« kosta, ^oklnar frammanun-
dan I Kr. hálvváric', fluti.injj»peningur
undantikin.
Fjúrtandadags blað.
Lýsing«r: smæstu skrift 12 oyrur reglan
á fyr.-tu siðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr.
Tøtingasetrið.
Vit hava báðir njósnast á
poststøðum og hjá umbóðs-
monnum teimum donsku og
norsku tøtingarseturnum i bør-
oyum um, hvat teir ætla gongur
millum teirra hendur av ull og
pengum úr Føroyum til tev út-
lendsku ullvirkjuhúsini.
Tað verður okkurt um 5—
6000 k r. í pengum og penga-
virði, sum árliga árs gongur út
av landinum til tey útlenđsku
tøtingarseturni!!
Vit Føroyingar eiga ikki
longur at gera okkum tað fyri
skommun, at tað verk, ið loyvst
6000 kr. í árlegum umsetingi,
skal falla til jarðar vegna fyrsta
royndin misseydnaðist. Atvoldin
til misshappið var ikki setrið
ella viðirskiftini, men eitt øvugt
grundarlag og óhjálpsamt stýri.
Vit mugu taka hettar evni
um tøtingarseturin upp aftur,
løgtingi má bera tað fram og
grunda fyritøkuna. Fivat kann
løgtingið erpa sær av, um tað
ikki er at reisa landsins størsti
og neyðturviligastu verk?
Feroya ull er Feroya gull
enn sum áður, bara vit eru
um okkum.
Vit leggja ikki somikið í at
bera uppá mál um tað dýru,
góði ullini, ið tey útlenđsku
virkihúsini mangan narra frá
okkum sum t. d.: tá ið Eiðis-
maðurin og Sørvágskingurin
fingu brúnt 1 i t a t ó g v spunnið
úr kloddum fyri fínt seyðalitað,
ið var ætla til kotagarn ella
báðar Nólsoyakonunar, ið fingu
tráð úr broddi afturfyri 20
merkur í eitrandi fínari ull,
sum tær høvdu spart sær saman
til kjólagarn!
So illa veit tó ikki altíð við.
Men øll hendan ullamúgvan
og tann stóri peningurin eigir
at koma landinum til frama og
hjálpa til at upplæra okkum
til sjálvbjargið fólk.
Tveir svograr.
Snarljósmátturin úr Fossá.
Og, í Kvívík.
Álítandi Norðstreymingar
hava uppi á máli, at snarljós-
mátturin úr Fossá kann ætlast
vunnin í ár. Vit spáđdi tað
fór at koma í lag, tí slóbrót-
arin í hesum framburði, O. á
Fleygum, er fegnari og ídnari
uppi yvir tí stóra almannagagn
enn við at nøra um egið búgv.
Maður ’ við eldhuga, sum teir
yngri nokk skulu vita at taka
sær dømi eftir í mongum.
Skilamenn, ið hava hylling
á ingeniør-vitskapi, halda, at
tað var bíligari »belýsningur«
hjá Kvívíkskingum at vunni
sær snarljósmáttin úr tí stríðu
áini, ið gongur gjøgnum bygd-
ina — enn at nýta petroleum.
Sum vant.
I.ýðka og summardagar mill-
um Mariumessu og Markusars-
messu, so at allir summarvøkstir
elvast langt upp undan mold.
Á Krossmessu og longur út í
mai mánað leikar hann aftur
millum landnorðing og eystan
við kavaælingi og frostnætrum,
bikar og køvur hvønn vøkstir,
og hvørt bertræ fær óbøtu-
ligan skaða.
So øvut skikkar veðurlagi
sær her á landi •— ár undan ári.
Várfiskiskapurin vestur
í Vágum
hevur verið frálíkur, bæði á
rórabáti og við »motor«. Motor-
bátarnir á oynni eru nú 16 i
tali; av teim eiga Sørvágs-
menn 9.
Noregisferðin,
Á fyrsta sinni eru Føroy-
ingar, allir undir eitt, bodnir í
vertskap uttanoyggja. Tíðin er
so lagalig, sum hon kann vera
fyri hvønn mann og hugnalig
stund má tykjast at setaundan
landi sjálvan Jóansøkudag. Har
verður munaligt av gaman og