Várskot - 01.05.1904, Síða 2
Heilsa til JrøroyinSafela£s.
í^eilir og sælir tit Føroyingar,
unglingar menskir og moyar!
hugsan og hugur horvi heim
til ástkæru fosturoyar!
Vár móðir oss gav sína bestu ogn
og legði oss mál sítt í munnin,
og bað okkum rokja vár besta skat,
— tann gerðin íð enn ei er vunnin.
Vár móðir hevir so tolin bíðað,
so bønliga hevir hon biðið,
hon taldi sær vónir um ljósari tíð,
meðan dimmir dagar liðu.
Hon setti sítt álit til hvorja slekt,
eitt ættarlið svann undan oðrum;
men ókunnigt mál og útlendskan sið
hon kendi í heimligum gorðum.
Hon kendi sítt egna við vanvirðing mætt,
so sárt hennar lund mundi tyngjast,
hon longdist at hoyra sítt egna mál
av bornum sínum ollum syngjast.
Hon bíðaði langa og drjúgva stund,
hvort hjartaslag mundi mæla,
at leita skuldi tjóðin á fornfedrafund
og hoyra teir gamlu tala.
So kenna oll kundu sjálvan seg
og líta á mátt sínn og megi,
og mennast í kærleik’ til móðurlands
og dugnað til rokt um heimið.
Nú setur hon álit til hesa slekt,
vilja vit henni trúskap sýna?
skal ættarbúgvið reisast á ættargrund,
ella vilja vit arvin burttýna?
Føroyingar lýðið á móður rdst,
tit gangið tær gamlu gdtur,
tí heimlandshugur og fosturlandsást
er lívs tykkar’ innarstu røtur!
Og eiga tit kærleik til móðurlands,
latið kærleikan sýnast í verki!
og eigum vær trúgv, so stígum framm,
og móðurmál veri várt merki!
y. D.
Bóndin synir hansara.
Tað var eina ferð ein ríkur bóndi.
Hann visti tað á sær, at deyðin var ikki
langt burtur. So rópti hann synir sínar
til sínn og segði við teir: »Hendan
garðin, íð fornfedrar okkara hava átt,
og sum tit nú skulu arva, hann mugu
tit ikki lata koma á aðrar hendur, tí
kostuligur dýrgripur er goymdur eina
staðnis í bønum. Eg veit ikki vist,
hvar hann liggur, men ivaleyst finna tit
hann, um tit eru ágrýtnir at grava.
Tá íð inn er heysta, mugu tit fara
at grava og grópa, og tit mugu brúka
hakan dúligani! Ikki mugu tit lata