Várskot - 01.07.1904, Blaðsíða 2

Várskot - 01.07.1904, Blaðsíða 2
— 10 — her tæt við meg, hvat er hatta hvíta, ið kemur beint ímótí mær? Oh, Jesus! nú er tað her! — Tað var bert ein seyður. — Eg eri so tyrstur og so trongur um hjarta.-----------Man hetta vera tað, tey rópa at liggja útideyður, og sum eg havi hoyrt um við ótta og ræðslu, meðan eg var barn?-----------* Skjótt runnu allir tankar í klingur fyri honum, og hann var ikki mentur at hugsa meir. Við hvort vindblak kvak hann við; og í ótta fyri kanska at sovna breyt hann seg upp og royndi aftur at ganga; men hann visti ikki, hvar hann steig ella hvorja leið, hann helt; so myrkt, so myrkt, so hann einki sá; bara gekk og trilvaði og grulvaði og gekk, til hann aftur datt. Og so var tað so kalt, so kalt, so tennurnar ringlaðu í heysinum. Hann royndi at rópa, men málið ljóðaði so veikt og ræðuligt í hesum stóra rúminum, og tað doyði burtur í storminum. Hann royndi at halda eyguni opin, men tey sógu einans myrkur; ikki ein fjallagrein hómaðist. So sat hann tankaleysur og hug- sunarleysur. Hann kendi, hvussu kropp- urin styrnaði og blóðið kolnaði. Hóvdið seig niður á bringu, og eyguni fullu saman, — og so fall hann framm eftir rommum við hovdinnm niður á armarnar og sovnaði.--------— Eina ferð, táið long tíð var umliðin, rumsaðist hann eitt syndur við. Tað rivaði fyri eygunum á honum, og honum barst fyri, sum sá hann ein hóp av ljósum, sum skygdu og blaktraðu og sveimaðu aftur og framm. Hann vildi reisa seg við, men var ikki forur at lyfta hóvdinum. Honum tyktist, sum hoyrdi hann mannaróp, og hann vildi svara, men muðurin var sum læstur. Eyguni lótu seg aftur, og hann fell tilbakar í máttloysi, vitloysi og lívloysi. Haraldur hevði gingið sum fyri lívinum heim, so at siga runnið hvðrt spor bæði undan og móti brekku; men myrkrið hevði tarnað hann nakað. Utlúgvaður og deyðmóður kom hann at húsum; og hetta var um niður- faringartíð. Hann fór fyrst heim til móður Olavs at bera henni medicinið; men vildi einki siga henni um hvussu Olavi visti við, at henni ikki skuldi berast dáttlig sorg til handa, so hon kanska kundi taka sær deyðamein av tí. Hon settist upp undir seg í seing- ini, táið Haraldur steig inn í stovuna, har hon lá, heldur bilsin yvir at síggja Harald ístaðin fyri sonin. »Góð lukka fatti tykkum, koma tit nú; eg havi so longst og verið bangin. — Men — hvar er 01avur?« »Hann kemur aftaná; eg havi skundað mær eitt syndur undan,« sigur Haraldur heldur spakuliga. »Jesus náði meg! hví fylgjast tit ikki? Bara hann ikki villist. Er tað ikki myrkt? — Eg eri líka neyðarslig enn.« »Tygum muga ikki vera bangin um Olav; eg fari nú út ímóti honum,« sigur Haraldur og fer út aftur. Heðani fer hann rennandi at gera boð av. Fyrstu hús, hann kemur til, eru dyrnar stongdar. Hann pikkar uppá vindeygað. Maðurin letur upp dyrnar og lítur út. »Er tað tú, Haraldur? Tú ert ikki ørindaleysur so seint á kvóldið.« »Nej! Jóanes, vælsignaður kom og leita!«

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.