Várskot - 01.07.1904, Page 2
— 10 —
her tæt við meg, hvat er hatta hvíta,
ið kemur beint ímótí mær? Oh, Jesus!
nú er tað her! — Tað var bert ein
seyður. — Eg eri so tyrstur og so
trongur um hjarta.-----------Man hetta
vera tað, tey rópa at liggja útideyður,
og sum eg havi hoyrt um við ótta og
ræðslu, meðan eg var barn?-----------*
Skjótt runnu allir tankar í klingur
fyri honum, og hann var ikki mentur
at hugsa meir. Við hvort vindblak
kvak hann við; og í ótta fyri kanska
at sovna breyt hann seg upp og royndi
aftur at ganga; men hann visti ikki,
hvar hann steig ella hvorja leið, hann
helt; so myrkt, so myrkt, so hann einki
sá; bara gekk og trilvaði og grulvaði
og gekk, til hann aftur datt. Og so
var tað so kalt, so kalt, so tennurnar
ringlaðu í heysinum. Hann royndi at
rópa, men málið ljóðaði so veikt og
ræðuligt í hesum stóra rúminum, og
tað doyði burtur í storminum. Hann
royndi at halda eyguni opin, men tey
sógu einans myrkur; ikki ein fjallagrein
hómaðist.
So sat hann tankaleysur og hug-
sunarleysur. Hann kendi, hvussu kropp-
urin styrnaði og blóðið kolnaði. Hóvdið
seig niður á bringu, og eyguni fullu
saman, — og so fall hann framm eftir
rommum við hovdinnm niður á armarnar
og sovnaði.--------—
Eina ferð, táið long tíð var umliðin,
rumsaðist hann eitt syndur við. Tað
rivaði fyri eygunum á honum, og honum
barst fyri, sum sá hann ein hóp av
ljósum, sum skygdu og blaktraðu og
sveimaðu aftur og framm. Hann vildi
reisa seg við, men var ikki forur at
lyfta hóvdinum. Honum tyktist, sum
hoyrdi hann mannaróp, og hann vildi
svara, men muðurin var sum læstur.
Eyguni lótu seg aftur, og hann fell
tilbakar í máttloysi, vitloysi og lívloysi.
Haraldur hevði gingið sum fyri
lívinum heim, so at siga runnið hvðrt
spor bæði undan og móti brekku; men
myrkrið hevði tarnað hann nakað.
Utlúgvaður og deyðmóður kom hann
at húsum; og hetta var um niður-
faringartíð. Hann fór fyrst heim til
móður Olavs at bera henni medicinið;
men vildi einki siga henni um hvussu
Olavi visti við, at henni ikki skuldi
berast dáttlig sorg til handa, so hon
kanska kundi taka sær deyðamein av
tí. Hon settist upp undir seg í seing-
ini, táið Haraldur steig inn í stovuna,
har hon lá, heldur bilsin yvir at síggja
Harald ístaðin fyri sonin.
»Góð lukka fatti tykkum, koma tit
nú; eg havi so longst og verið bangin.
— Men — hvar er 01avur?«
»Hann kemur aftaná; eg havi
skundað mær eitt syndur undan,« sigur
Haraldur heldur spakuliga.
»Jesus náði meg! hví fylgjast tit
ikki? Bara hann ikki villist. Er tað
ikki myrkt? — Eg eri líka neyðarslig
enn.«
»Tygum muga ikki vera bangin
um Olav; eg fari nú út ímóti honum,«
sigur Haraldur og fer út aftur.
Heðani fer hann rennandi at gera
boð av. Fyrstu hús, hann kemur til,
eru dyrnar stongdar. Hann pikkar
uppá vindeygað. Maðurin letur upp
dyrnar og lítur út. »Er tað tú, Haraldur?
Tú ert ikki ørindaleysur so seint á
kvóldið.«
»Nej! Jóanes, vælsignaður kom og
leita!«