Várskot - 01.07.1904, Síða 3

Várskot - 01.07.1904, Síða 3
11 — »Leita, eftir hvorjum ? Hvat bagir?« »Eftir Ólavi í Gomlustovu; hann liggur á fjollunum.« »Er hann lagstur fyri?« »Ja.« »Jú, eg skal koma. Neyðardrongur! Hetta er ónosligt veður í kvold. Veit hin gamla, móðir hans, nakað?« »Nei, eg eri beint nú komin heim, eg var inni hjá henni, men vildi einki siga.« »Tað er eisini tað beinasta enn. — Pætur!« sigur Jóanes og vendir sær inn til sln sjálvs, »fúk avstað og ger boð um bygdina og bið teir endiliga vera skjótar. Tú Haraldur kom innum meðan og fá tær nakað heitt at drekka; tú ert illa tuskaður. Tað er ikki tespuligt á fjollunum í kvold. Hvar liggur Ólavur? Tú mást koma við okkum sjálvur. Eg skal skjótt verða liðugur.* »Tað er eyðvitað, at eg komi við. Hann legðist undir fjallinum hinumegin Stóravatn. — Hetta hevir verið mær ein tung ferð.« Tað vardi einans eina stutta lotu, so vóru boð komin um alla bygdina. Menn vóru um at fara og leggjast; men aðrenn hálvtalað varð orð, var hvor maður til reiðar at fara avstað. Tigandi men í skundi gjordu teir seg til, og brátt vóru allir ferðarbúrtir. Teir flestu hovdu verið í útiarbeiði um dagin og voru aftur komnir illa tuskaðir og skitnir; teir hovdu nú líka latið seg úr og hongt húðarskógvarnar burtur; nú blivu teir niður aftur tiknir av nagla- num. Hundurin, ið lá og strekti og duvaði sær í hálvsvovni frammanfyri fýrstaðin, hevði varhuga av, at nakað serligt var á ferð; hann lyfti fyrst hovdinum og glóddi rundan um seg, so var hann á fótum alt í einum og snod- daði og tevjaði rundan um húsbóndan. Eitt av konufólkunum ballaði eit syndur av mati saman í eitt pappír og stakk tað í kotalumman, meðan eitt annað konu- fólk leitaði lyktina framm og fekk sett ljós í hana og tendrað. So varð fjall- stavurin tikin í aðra hondina og Lyktin í aðra, hundurin elti í hælinum, og so fóru teir avstað, maður av húsi. Okkurt um 30—40 menn í tali komu teir saman. Millum alt fólkið, ið komið var saman í túninum, aðrenn teir fóru avstað; sást eisini ein ung, prúð ljósleit genta. Klútaleys og hattlevs var hon, so vin- durin fekk hennar ljósa hár at flagra. Hon stóð still og tigandi kvirr, men bleik, og tárini runnu, eitt fyri og annað eftir, niður undir kvorkranar á henni. Haraldur bar eyga við hana og fór stillisliga yvir til hana og mælti nokur orð spakuliga við hana. Aðrar gentur, ið stóðu hjá, hugdu luttakandi og eym- kandi at henni, men eingin segði nakað. Menninir fylgdust allir at niðan úr bygdini og niðan á, — ein fjold av ljósum fór blaktrandi og glampandi framm gjognum myrkrið, við hvort vóru oll tætt saman, við hvort skyltust tey nakað sundur. Tað sá út, sum var tað ein grimmur dreki við logandi eygum og goysandi gløðandi neistar úr groninum, sum skundisliga fór skríðandi niðan frá bygđini, brekku eftir brekku. — Táið menninir vóru komnir niðan á, skyltu teir seg sundur so at teir komu at ganga á einum rað, soleiðis at hvór sá til annan og visti av hvórjum ððrurn, og nú var farið at leita fyri álvara. So undarlig

x

Várskot

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.