Várskot - 01.08.1904, Page 2
— 14
jYÍerki }*inlands. *)
(Ur Juhani Aho: Enris).
til Korpela bygd. Tó bygdin liggur
langt av almannaleið, saknar hon ikki
sans fyri almanna viðurskiftum. Sjálv-
sagt finnst har bæði fólkaskúli og lesi-
stova, ja sjálvt eitt ungmannafelag.
Nú hevði hetta felagið fyri at fremja
upplýsing í bygdini samlað sær saman
lutir og bjóðaði nú fólki saman at
luttaka og halda sær at gaman. Eg
kom eitt leygarkvold, og teir ungu
menn roksaðust fyri undan samankom-
ingini; teir hðvdust júst at at seta upp
eina flaggstong.
— Er tað eina flaggstong tit reisa?
spurgdi eg.
— Ja — hvat skulđi tað annars
vera?
— So hava tit ikki frætt forboðið,
ið komið er?
— Víst hava vit frætt tað! svaraðu
teir allir ísenn. Eútin var sjálvur her
í áðni at siga okkum frá tí.
— Og tit reisa tó flaggstongina?
— Nu fyrst skal hon reisast!
Hasir rádnu, hugsaði eg — og
var glaður uppi yvir teimum.
— Setið nú, hann kemur og stri-
kar merki tykkara?
— Okkara merki fer hann at lata
hanga.
Teir tyktust at hava ilt við at
bara sær, kveitti hvor uppá annan,
sum teir dulgdu fyri einum hvorjum.
*) Russarstýrið hevur millum mangt annað
forboðið Finnum at nýta teirra gamla
landamerki og sett hitt Russiska í staðin.
Flaggstengurnar standa berár.
Enn táið eg sunnukvoldið kom til
fundarplássið, bleiktraði har einki merki,
— í miðum garðinum stóð flaggstongin
tóm og ber.
— Teir liava tó ikki hilðið tað
vera ráðusligt, hugsaði eg.
— Hoyrið, hvussu gongst við
merkinum, tað sæst jú ikki? spurgdi
eg ein ungan, blíðoygdan mann, hann,
ið hovuðsstýrari var í ungmannafelagi-
num og fremstur í nevnđini fyri fólka-
fundinum.
— Sæst tað ikki? svaraði hann.
Tað flaksar jú sum vera vil.
Enn áðrenn eg fekk spurgt upp
aftur, blástu hornini, og hann skundaði
sær til talarstólin.
— Tit góðu fólk, ið her eru saman-
komin! byrjaði hann. Enn eina ferð
biði eg tykkum vera vælkomin til ein
av teimum fólkafundum, sum tit so
manga ferð aður sýntu heiður og æru
við at koma til steðar. Biði eg tykkum
vera vælkomin til hetta fundarpláss, í
miðum hvorjum okkara bláhvíta landa-
merki hongur og veittrar so glaðiliga.
Undrandi kagaðu 611 upp eftir
stongini, fyri at hitta merkið; har var
einki.
— Ja, legði hann aftur at . . .
til hetta pláss, á miðum hvorjum okkara
merki veittrar so glaðiliga, móti ollum
forboðum. Tit skilja tað ikki rættuliga
enn; hyggið bert • 611 eina ferð ísenn,
at tí sama sprekinum, at knappinum á
teirri høgu stong, vit reistu her á plás-
sinum.
Eólkið fataði ikki gjólla, hvat sagt
varð, enn grunaði bert, at okkurt dám-
ligt var á ferð, tí Juhola var ein knassi
— víst hevði hann nú aftur nakað
avbart fyri.