Várskot - 01.08.1904, Blaðsíða 2

Várskot - 01.08.1904, Blaðsíða 2
— 14 jYÍerki }*inlands. *) (Ur Juhani Aho: Enris). til Korpela bygd. Tó bygdin liggur langt av almannaleið, saknar hon ikki sans fyri almanna viðurskiftum. Sjálv- sagt finnst har bæði fólkaskúli og lesi- stova, ja sjálvt eitt ungmannafelag. Nú hevði hetta felagið fyri at fremja upplýsing í bygdini samlað sær saman lutir og bjóðaði nú fólki saman at luttaka og halda sær at gaman. Eg kom eitt leygarkvold, og teir ungu menn roksaðust fyri undan samankom- ingini; teir hðvdust júst at at seta upp eina flaggstong. — Er tað eina flaggstong tit reisa? spurgdi eg. — Ja — hvat skulđi tað annars vera? — So hava tit ikki frætt forboðið, ið komið er? — Víst hava vit frætt tað! svaraðu teir allir ísenn. Eútin var sjálvur her í áðni at siga okkum frá tí. — Og tit reisa tó flaggstongina? — Nu fyrst skal hon reisast! Hasir rádnu, hugsaði eg — og var glaður uppi yvir teimum. — Setið nú, hann kemur og stri- kar merki tykkara? — Okkara merki fer hann at lata hanga. Teir tyktust at hava ilt við at bara sær, kveitti hvor uppá annan, sum teir dulgdu fyri einum hvorjum. *) Russarstýrið hevur millum mangt annað forboðið Finnum at nýta teirra gamla landamerki og sett hitt Russiska í staðin. Flaggstengurnar standa berár. Enn táið eg sunnukvoldið kom til fundarplássið, bleiktraði har einki merki, — í miðum garðinum stóð flaggstongin tóm og ber. — Teir liava tó ikki hilðið tað vera ráðusligt, hugsaði eg. — Hoyrið, hvussu gongst við merkinum, tað sæst jú ikki? spurgdi eg ein ungan, blíðoygdan mann, hann, ið hovuðsstýrari var í ungmannafelagi- num og fremstur í nevnđini fyri fólka- fundinum. — Sæst tað ikki? svaraði hann. Tað flaksar jú sum vera vil. Enn áðrenn eg fekk spurgt upp aftur, blástu hornini, og hann skundaði sær til talarstólin. — Tit góðu fólk, ið her eru saman- komin! byrjaði hann. Enn eina ferð biði eg tykkum vera vælkomin til ein av teimum fólkafundum, sum tit so manga ferð aður sýntu heiður og æru við at koma til steðar. Biði eg tykkum vera vælkomin til hetta fundarpláss, í miðum hvorjum okkara bláhvíta landa- merki hongur og veittrar so glaðiliga. Undrandi kagaðu 611 upp eftir stongini, fyri at hitta merkið; har var einki. — Ja, legði hann aftur at . . . til hetta pláss, á miðum hvorjum okkara merki veittrar so glaðiliga, móti ollum forboðum. Tit skilja tað ikki rættuliga enn; hyggið bert • 611 eina ferð ísenn, at tí sama sprekinum, at knappinum á teirri høgu stong, vit reistu her á plás- sinum. Eólkið fataði ikki gjólla, hvat sagt varð, enn grunaði bert, at okkurt dám- ligt var á ferð, tí Juhola var ein knassi — víst hevði hann nú aftur nakað avbart fyri.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.