Várskot - 01.08.1904, Page 3
— 15 —
— Eg sigi, hyggið! væl so høgt
upp hava vit hongt tað. — enn so er
tað so mikið størri. Væl verði honum,
ið fyrst ber eyga við tað — fyrsta
prógv skal hann eiga, ja, eitt satt
heiðursprógv skal hann fáa, ið fyrst
sær tað . . . Skoða nú stongina . . .
síggja tit ikki merkið?
— Nú síggji eg tað! rópti eitt
barn í múgvuni.
— Hvor rópti? — Mattilas Ville
. . . Sær eingin annar tað ? —
Bleiktrar ikki har uppi okkara gamla
bláhvíta merki?
— Jú, har er tað, har er tað. Nú
síggji eg tað! rópaðu fleiri snjallar
rostir.
— Eg hugsaði so! Sanniliga —
tit hava eyguni góð, dreingir So
týðuliga skiljist merkið, um einans vilji
er til at skilja tað. Vit fóru at vera
bangnir fyri, at fólk ei skuldu síggja
tað, at tey kundu hugsa, vit aldri meir
kundu hanga upp merki okkara og tí
vildu 'klandrast við okkum. — Síggja
tey ungu merkið, síggja tey gomlu tað
væl við. Hoyr, Pekka, sært tú tað?
Set glaseyguni upp á nosina, heldur
tú tey gerast neyðug.
— Ikki nýtast glaseyguni; eitt
merki, sum veittrar yvir allan himmalin
skiljist tey fyri uttan, svaraði ein rost
í álvara.
Mannamúgvan læði — nú fataðuoll.
— Gott var aftursvarið, Pekka!
»Sum veittrar yvir allan himma!in«.
Júst so er! Tit hugsaðu, vit h.ovdn
mist merkið, og nú í staðin eiga vit
eitt, sum veittrar yvir allan himmalin.
Tað er eitt merki við lít, tað. Nú eru
væl 611 varðin við tað. Síggja tit tað 611 ?
— Jú, vit síggja tað! svaraði fólkið
alt ísenn.
— Sjálvt tey, ið standa longst
burtur?
— Ja, ja! — Ja, ja!
— Tað var væl! — Eitt merki,
so stórt sum himmalin sjálvur, er rættu-
liga sjónligt. Enn kunna tit nú eisini
skilja, hvat ið stendur prentað á tí?
Hvat stendur at lesa á tí bláu helftini?
— »Livið upplýsing!« rópaðu ísenn
allir teir ungu, sum kvoldið fyri reistu
flaggstongina.
— Rætt hava tit! »Livið upplý-
sing!« So stendur tað prentað, ein og
hvor kann lesa sær tað til. Og á hini
helftini, á tí hvítu helftini — hvat er
har at lesa?
— »Livjð fosturlandið!« dynjaði
aftur eitt rópið.
— So er! Soleiðis sært tað út
eisini fyri eygum mínum. »Livið upp-
lýsing«, á aðri helft og »Livið fostur-
landið« á hini helft. — Og við tað,
at nú so er — ja, livið so upplýsing!
. . . livið fosturlandið! . . . livið
merki Finlands!
Maðurin treiv húgvuna av hovdi
sínum, hinir gjordu sum hann — og
byrjaðu teir veitsluna við at seta í eitt
»l,við —< so dynjandi og so upp- og
uppísaman, at eg enn aldri hoyrdi slíkt.
Og í samu stund byrjaðu songfelog
at syngja— meðan hornblásarar spældu
lagið —
»Um merkisstongin stendur ber,
tó merkisandin eftir er!«
Sett út av M. M.