Várskot - 01.08.1904, Blaðsíða 3

Várskot - 01.08.1904, Blaðsíða 3
— 15 — — Eg sigi, hyggið! væl so høgt upp hava vit hongt tað. — enn so er tað so mikið størri. Væl verði honum, ið fyrst ber eyga við tað — fyrsta prógv skal hann eiga, ja, eitt satt heiðursprógv skal hann fáa, ið fyrst sær tað . . . Skoða nú stongina . . . síggja tit ikki merkið? — Nú síggji eg tað! rópti eitt barn í múgvuni. — Hvor rópti? — Mattilas Ville . . . Sær eingin annar tað ? — Bleiktrar ikki har uppi okkara gamla bláhvíta merki? — Jú, har er tað, har er tað. Nú síggji eg tað! rópaðu fleiri snjallar rostir. — Eg hugsaði so! Sanniliga — tit hava eyguni góð, dreingir So týðuliga skiljist merkið, um einans vilji er til at skilja tað. Vit fóru at vera bangnir fyri, at fólk ei skuldu síggja tað, at tey kundu hugsa, vit aldri meir kundu hanga upp merki okkara og tí vildu 'klandrast við okkum. — Síggja tey ungu merkið, síggja tey gomlu tað væl við. Hoyr, Pekka, sært tú tað? Set glaseyguni upp á nosina, heldur tú tey gerast neyðug. — Ikki nýtast glaseyguni; eitt merki, sum veittrar yvir allan himmalin skiljist tey fyri uttan, svaraði ein rost í álvara. Mannamúgvan læði — nú fataðuoll. — Gott var aftursvarið, Pekka! »Sum veittrar yvir allan himma!in«. Júst so er! Tit hugsaðu, vit h.ovdn mist merkið, og nú í staðin eiga vit eitt, sum veittrar yvir allan himmalin. Tað er eitt merki við lít, tað. Nú eru væl 611 varðin við tað. Síggja tit tað 611 ? — Jú, vit síggja tað! svaraði fólkið alt ísenn. — Sjálvt tey, ið standa longst burtur? — Ja, ja! — Ja, ja! — Tað var væl! — Eitt merki, so stórt sum himmalin sjálvur, er rættu- liga sjónligt. Enn kunna tit nú eisini skilja, hvat ið stendur prentað á tí? Hvat stendur at lesa á tí bláu helftini? — »Livið upplýsing!« rópaðu ísenn allir teir ungu, sum kvoldið fyri reistu flaggstongina. — Rætt hava tit! »Livið upplý- sing!« So stendur tað prentað, ein og hvor kann lesa sær tað til. Og á hini helftini, á tí hvítu helftini — hvat er har at lesa? — »Livjð fosturlandið!« dynjaði aftur eitt rópið. — So er! Soleiðis sært tað út eisini fyri eygum mínum. »Livið upp- lýsing«, á aðri helft og »Livið fostur- landið« á hini helft. — Og við tað, at nú so er — ja, livið so upplýsing! . . . livið fosturlandið! . . . livið merki Finlands! Maðurin treiv húgvuna av hovdi sínum, hinir gjordu sum hann — og byrjaðu teir veitsluna við at seta í eitt »l,við —< so dynjandi og so upp- og uppísaman, at eg enn aldri hoyrdi slíkt. Og í samu stund byrjaðu songfelog at syngja— meðan hornblásarar spældu lagið — »Um merkisstongin stendur ber, tó merkisandin eftir er!« Sett út av M. M.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.