Várskot - 01.09.1904, Blaðsíða 2

Várskot - 01.09.1904, Blaðsíða 2
18 - alt skal vera við gomlum lótum. Hvort hogtsett mið verður drigið i mold. Hvor sál skal vera sum gatað sold. Smáputl í krókum, klandur og træti, ósemja, illgruni, ovund og næti. Tú smásinnis andi, várs framburðs spilla, eg nevni teg Torgrím hin illa! J. D. Ein summarnátt. vey fólk, ein drongur og ein genta, fóru gangandi niðan frá húsum eitt syndur niðan í hagan. Tey hovdu verið saman við oðrum fólki um kvold- ið, men nú vóru tey einsamoll og tveyeini, og tey hildu, at vegrið var ovgott til at fara og leggjast. Tey leiddust hond í hond, men lítið og einki varð talað teirra millum; tað var sum tey eingi orð kundu finna. Hann sleit við hvort ein summardaða ella eina smæru og gav henni. Komin nakað niðan settu tey seg niður á ein stein. Tað var nátt, ein vokur miðsummarsnátt; ein lítil dimma hevði lagt seg yvir landið, men ikki meiri enn at alt sást so klárt og bjart. Himmalin var reinur, og tað var ikki skýggj á luftini, men hon hevði tó ein heldur dimman náttarlit; fjollini stóðu so rein og snogg og so snipst avskorin upp ímóti luftini, so týðiliga hvor tin- dur sást. Oman gjognum líðirnar hekk summastaðnis ein lítil knottur av ljósum, bleytum, bláum pollamjórka, og hann rordi seg ikki, tí tað var blikastilt, so tað rordist ikki hár á hovdi. Fjorðurin lá blankur og spegilsklárur, og hevði ymisligan lit, eftirsum tarabotnur, san- dur ella steinur var undir; og alt speg- laðist í sjónum, so hús og bóur og hagi, hvor veit og hvort gil so týðiliga stóð har niðuri. Einki ljóð, einki kys hoyrdist, alt var kvirt niðuri í bygdini og her uppi í haganum; húsini stóðu so álvarsom og hátíðslig, tí nú goymđu tey óll tey, ið svóvu har inni. Haga- neytini hóvdu lagt seg á bóli saman í einum stórum fylgi, meðan eitt stóð einsamalt uppi yvir teimum, sum helt tað vakt. Nakað burt frá teimum hoyrdu tey eina á fara stetlandi stein av steini oman eftir, men so spakuliga smoykti hon seg avstað, sum var hon bangin fyri at bróta tann frið, ið her var Ja, her var vælsignað friðaligt, og alt tyk- tist so reint og gott og órort. Hvíld og frið andaði nattúrin yvir tey strlðandi og strevandi mennikjans bórn; og blómurnar hugdu so blíðliga, sum vildu tær siga: er her ikki vakurt, er tað ikki gott at vera til og liva og vaxa? Fólkini sótu undrandi og málleys, tey hugdu at ollum rundan um tey, og hugdu at hvðrjum óðrum, ókendar un- darligar kenslur bylgdust í barmi teirra. Tey eru glað og fróð, men kunna ikki orðleiða teirra kenslur, einans smílast; tey kenna seg so nógv betri enn vanligt og í samfelag við sjálva nattúrina. Sælur friður er í teirra sinni og sál. — Tey fara aftur til gongu og fara heilt niðan á sýnuna. Nu fer dimmið at lætta; blánandi og klárandi kemur

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.