Várskot - 01.09.1904, Side 2
18 -
alt skal vera við gomlum lótum.
Hvort hogtsett mið verður drigið i
mold.
Hvor sál skal vera sum gatað sold.
Smáputl í krókum, klandur og træti,
ósemja, illgruni, ovund og næti.
Tú smásinnis andi, várs framburðs spilla,
eg nevni teg Torgrím hin illa!
J. D.
Ein summarnátt.
vey fólk, ein drongur og ein
genta, fóru gangandi niðan frá húsum
eitt syndur niðan í hagan. Tey hovdu
verið saman við oðrum fólki um kvold-
ið, men nú vóru tey einsamoll og
tveyeini, og tey hildu, at vegrið var
ovgott til at fara og leggjast. Tey
leiddust hond í hond, men lítið og
einki varð talað teirra millum; tað var
sum tey eingi orð kundu finna. Hann
sleit við hvort ein summardaða ella eina
smæru og gav henni.
Komin nakað niðan settu tey seg
niður á ein stein. Tað var nátt, ein
vokur miðsummarsnátt; ein lítil dimma
hevði lagt seg yvir landið, men ikki
meiri enn at alt sást so klárt og bjart.
Himmalin var reinur, og tað var ikki
skýggj á luftini, men hon hevði tó ein
heldur dimman náttarlit; fjollini stóðu
so rein og snogg og so snipst avskorin
upp ímóti luftini, so týðiliga hvor tin-
dur sást. Oman gjognum líðirnar hekk
summastaðnis ein lítil knottur av ljósum,
bleytum, bláum pollamjórka, og hann
rordi seg ikki, tí tað var blikastilt, so
tað rordist ikki hár á hovdi. Fjorðurin
lá blankur og spegilsklárur, og hevði
ymisligan lit, eftirsum tarabotnur, san-
dur ella steinur var undir; og alt speg-
laðist í sjónum, so hús og bóur og
hagi, hvor veit og hvort gil so týðiliga
stóð har niðuri. Einki ljóð, einki kys
hoyrdist, alt var kvirt niðuri í bygdini
og her uppi í haganum; húsini stóðu
so álvarsom og hátíðslig, tí nú goymđu
tey óll tey, ið svóvu har inni. Haga-
neytini hóvdu lagt seg á bóli saman í
einum stórum fylgi, meðan eitt stóð
einsamalt uppi yvir teimum, sum helt
tað vakt.
Nakað burt frá teimum hoyrdu tey
eina á fara stetlandi stein av steini
oman eftir, men so spakuliga smoykti
hon seg avstað, sum var hon bangin
fyri at bróta tann frið, ið her var Ja,
her var vælsignað friðaligt, og alt tyk-
tist so reint og gott og órort. Hvíld
og frið andaði nattúrin yvir tey strlðandi
og strevandi mennikjans bórn; og
blómurnar hugdu so blíðliga, sum vildu
tær siga: er her ikki vakurt, er tað
ikki gott at vera til og liva og vaxa?
Fólkini sótu undrandi og málleys,
tey hugdu at ollum rundan um tey, og
hugdu at hvðrjum óðrum, ókendar un-
darligar kenslur bylgdust í barmi teirra.
Tey eru glað og fróð, men kunna ikki
orðleiða teirra kenslur, einans smílast;
tey kenna seg so nógv betri enn vanligt
og í samfelag við sjálva nattúrina.
Sælur friður er í teirra sinni og sál. —
Tey fara aftur til gongu og fara heilt
niðan á sýnuna. Nu fer dimmið at
lætta; blánandi og klárandi kemur