Várskot - 01.10.1904, Blaðsíða 2

Várskot - 01.10.1904, Blaðsíða 2
Burtur í ha^anum. haganum fagra í summarsveðri og Sólin hyggur, Er friðurin mikil — so styrkjandi, hitandi. Hvør heiðafuglur á reiðrinum liggur, Og makin í nánd gongur látandi, titandi. Og smálambið spælur um skriðubakka, tað er so spelki, Men mamman, íð leingjist, sæst jótrandi, jarmandi. Runt flýgur lundin víð straí og stelki, Fossur í á kemur leypandi, larmandi. So mangan eg pladdi har út at vítja og blíðka barmin, Og sat so har til hin Eina biðandi, á hann teinkjandi. Tað eygkent var, at tað lætti harmin, Ið á mær hekk, var hann tyngjandi, leinkjandi. A sinni var eg dátt við dagin. Eg sat har úti — fór heim at ganga, Eitt tjaldur skjeyt meg; men ei var skaðin, At nevið sárði mær eyman vanga. Men skaðin var, at eg leyp at leita, Um tjaldursverpið har mundi vera; Ti tjaldursherjan tann hug kan veifa, I staðin fyri ein bangnan gera. Væl fann eg tjaldrið — tað kundi tikið, Tí tjáldursøðin ei mikið mátti. Men havði tað ikki seg sjálvan svikið, Ei havði eg anað, hvar tjaldrið átti. í døpurhuga, um hettar hugsandi, Kom eg framvið einum kletti. Tá steig eg á eina æðu; Beint á hana fótin eg setti. Og allur friðurin útan um meg, íd var so dyggur, Tók meg í føvningin, sálarkveikjandi, hjartafrøðandi Og teskaði við meg. — Eg sat tryggur, Tí alt var grøðandi, her var einkið bløðandi. Men seyðajarmið og fuglarøddin gav ljóð um fjallið, Og dvørgamál kendist so livandi, kegandi. Ja, friðurin vaks upp av hvørjum palli, Um enni og ong varð hann komandi, kægandí. Og aðan sárðist — og reiðrið sorlaðist, Siálvur fekk eg ilt um hjartað; Tí frálíkur friðafuglur Fekk her sviða og eyðni so svarta. Nú fór hon á flog — nú fyrst hon flýggjaði. Hon stytstu gøtu til sjóar fylgdi — Tí sorlað var reiðrið sundur, Sum við lívinum vart hon vildi.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.