Várskot - 01.10.1904, Blaðsíða 3

Várskot - 01.10.1904, Blaðsíða 3
— 23 — Tú friðafuglur, tú eyma æða Far út at ferðast! — Heng ikki heima. Hvat um teg teskast, tú hoyrt manst hava: At tú kanst reiðrið tít egið gloyma! Nei! nærum næknan tú kroppin klæður Og roksast um reiðrið nón og nætur. A tan hátt tú kuldan fra reiðri ræður — Tað er við grúndum, um sárt tú grætur. Absalon Jógvanson. Bræu fra cinari føroyiskari sentu. l’Xæri bróður! Tú skrivaði til mín at tú skuldi fara í bjørg í summar, og eg helt meg kunna lesa millum reglurnar, hvussi fegin og erpin tú varst av tí. Tað er ivaleyst fyrsti ferð tú fert í bjørg. Annars havði tú ikki verið so erpin. — Nú leingjist eg nógv eftir at hoyra, hvussi tað hevur gingist tykkum; um tit allir eru komnir heilir aftur, og hvussi nógvan fugl tit hava veitt. Tað havði verið stuttligt at verið heima og hjálpt tykkum at reyta. Fortel mær hvussi tað, hevur gingið Pálli og Mikkjali í Islandi í summar. Teir munnu eiga nógvar peningar nú, so dúgligani sum teir altíð fiska. Mikkjal og Jóhanna eru tey ikki gift enn? Nú hava tey bíða leingji. Eg hoyrdi eina ferð, at hann havði fingið eitt gerði oman fyri gardanar. Har er vist vakurt at búgva. Heilsa Pálli so vinarligani fra mær! Hann hevur væl onga gentu fingið enn? Hevur pápi og mamma verið burturi í torvi í summar? Eg spyrji, tí eg veít at tey eru gomul; men eisini av tí grund, at eg oftani plagi at teinkja mær tey burturi í torvi, tá íð eg vil minnast tey og síggja tey fyri mær so blíð og frintlig, sum tey kundu vera. Við hvørt teinkji eg mær tey, so sum tey vóru, tá íð tey komu úr kirkju uro sunnadaganar. Ongan tíð vóru tey so góð víð okkun sum tá. Her nirri er sum vituligt nógv nýtt at hoyra. Bech Olsen kann ikki klara seg longur. Eingin hevur verið so sterkur til at berjast sum han fyrr — Hann er tiltikin. Men nú eru tað einkultir íð vinna hann. Ein landsmaður okkara er deyður her nirri. Tað er vist langt síðani hann var í Føroyum, men Føroyingur var hann. Sonur amtmann Finsen, boyggji apotekarin Finsen í Havn. Hann var ikki meiri enn 44 ár gamal. Men ógviliga víðgitin var hann. Hann havði funnið uppa at gera sjúk fólk frísk víð ljósi; eg veit ikki vist um tað var víð sólarljósi ella elektriskum ljósi. Fleiri túsinð folk vóru og fylgdu honum til gravar. Har ímillum vóru fleiri kongar og prinsar og prinsessur. Ein kransur var fra hinum týska keisar- inum. Og hundratals aðrir kránsar. 4 ella 5 kránsar vóru fra Føroyingum. Nú fart tú ikki meiri hesa ferðfna. Heilsa øllum heima, og tú veist hvørjum tú ellars skalt heilsa fra systir tínari i Keypmannahavn.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.