Várskot - 01.10.1904, Qupperneq 3
— 23 —
Tú friðafuglur, tú eyma æða
Far út at ferðast! — Heng ikki heima.
Hvat um teg teskast, tú hoyrt manst
hava:
At tú kanst reiðrið tít egið gloyma!
Nei! nærum næknan tú kroppin klæður
Og roksast um reiðrið nón og nætur.
A tan hátt tú kuldan fra reiðri ræður —
Tað er við grúndum, um sárt tú grætur.
Absalon Jógvanson.
Bræu fra cinari føroyiskari sentu.
l’Xæri bróður! Tú skrivaði til
mín at tú skuldi fara í bjørg í summar,
og eg helt meg kunna lesa millum
reglurnar, hvussi fegin og erpin tú
varst av tí. Tað er ivaleyst fyrsti ferð
tú fert í bjørg. Annars havði tú ikki
verið so erpin. — Nú leingjist eg nógv
eftir at hoyra, hvussi tað hevur gingist
tykkum; um tit allir eru komnir heilir
aftur, og hvussi nógvan fugl tit hava
veitt. Tað havði verið stuttligt at
verið heima og hjálpt tykkum at reyta.
Fortel mær hvussi tað, hevur gingið
Pálli og Mikkjali í Islandi í summar.
Teir munnu eiga nógvar peningar nú,
so dúgligani sum teir altíð fiska.
Mikkjal og Jóhanna eru tey ikki
gift enn? Nú hava tey bíða leingji.
Eg hoyrdi eina ferð, at hann havði
fingið eitt gerði oman fyri gardanar.
Har er vist vakurt at búgva. Heilsa
Pálli so vinarligani fra mær! Hann
hevur væl onga gentu fingið enn?
Hevur pápi og mamma verið burturi
í torvi í summar? Eg spyrji, tí eg
veít at tey eru gomul; men eisini av
tí grund, at eg oftani plagi at teinkja
mær tey burturi í torvi, tá íð eg vil
minnast tey og síggja tey fyri mær so
blíð og frintlig, sum tey kundu vera.
Við hvørt teinkji eg mær tey, so sum
tey vóru, tá íð tey komu úr kirkju
uro sunnadaganar. Ongan tíð vóru tey
so góð víð okkun sum tá.
Her nirri er sum vituligt nógv nýtt
at hoyra. Bech Olsen kann ikki klara
seg longur. Eingin hevur verið so
sterkur til at berjast sum han fyrr —
Hann er tiltikin. Men nú eru tað
einkultir íð vinna hann.
Ein landsmaður okkara er deyður
her nirri. Tað er vist langt síðani
hann var í Føroyum, men Føroyingur
var hann. Sonur amtmann Finsen,
boyggji apotekarin Finsen í Havn.
Hann var ikki meiri enn 44 ár gamal.
Men ógviliga víðgitin var hann. Hann
havði funnið uppa at gera sjúk fólk
frísk víð ljósi; eg veit ikki vist um
tað var víð sólarljósi ella elektriskum
ljósi. Fleiri túsinð folk vóru og fylgdu
honum til gravar. Har ímillum vóru
fleiri kongar og prinsar og prinsessur.
Ein kransur var fra hinum týska keisar-
inum. Og hundratals aðrir kránsar.
4 ella 5 kránsar vóru fra Føroyingum.
Nú fart tú ikki meiri hesa ferðfna.
Heilsa øllum heima, og tú veist hvørjum
tú ellars skalt heilsa fra
systir tínari i Keypmannahavn.