Várskot - 01.10.1904, Blaðsíða 4
— 24 —
KRAKAN og TJALDRIÐ.
(Av A. J.)
GDjálvan Grækarismessudag kom
eitt tjáldur fljúgvande útan av havinum.
Tað var so útligvað, at tað slet ikki
hugsaði um at láta: »klipp, klipp,
klipp« — soleiðis sum tjøldrini plaga
at láta, tá íð tey koma um várið. Tað
kastaði seg á tað fyrstu lítlu hellina,
tað fekk eyga á, og har varð tað lig-
gjandi, toygt í hvørjari lykkju. Eingin
kundi siga annað, enn at tað var ein
rekafuglur har lag.
Kráka, sum altíð er forvitin og fegin
víl skræða í seg, kom og setti seg hjá
tjáldrinum. Hon tók at gorra uppi
yvur tí; og allar krákurnar í nánd
fylktist útan um tað. So fóru tær
allar at gorra, og tær djárvastur byr-
jaðu at píska við tjáldrið og at toga
í vel og veingjafjaðrar á tí.
Nú tók tjáldrið at órógvast, og tað
gloppaði, nevið eitt sindur. Krákurnar
stukku avstað. Tær tóku eini tvey
trí hopp burtur frá tí. Tá fyrstani
sógu tær, hvussi fagurt tað var litað.
Snjóhvít bringan, bakið kolsvart, og
hit blóðreiða nevið var so spískt og
hvast sum nálaroddur. Tær stóðu
heilt bilsnar uppi yvur tí. Men nú
rørdi tað seg ikki. So byrjaðu tær
at narka sær attur til tað — fót fyri
fót, eftir liðini — og fóru at píska
við tað aftur.
Tá fór tjáldrið á føtur, risti vein-
gjirnar og sagði: »kll... kl... ipp,
klipp«. Tan krákan íð sat næst, fekk
nevsoddin í kjósína árin hon sansaði
tað. Hon varð sitandi, sum hon havði
verið neld føst í hellina; blóðið dreiv
niður eftir bringini á henni.
Tjáldrið sæt og starðið at henni.
Góðslig sá hon út, men ónoslig var
hon at líta á. »Hvar hevur- tú verið?«
Sigur tjáldrið við hana. »Eg komi
netupp úr Islandi. Har er nogv meiri
fiskarut og fleiri ønskudungar enn her
— og tað var tað einasta eg hugdi
eftir. Men hóast tað, leingdist mær
aftur higar«.
»Og hvaðani kemur tú?« Sigur
krákan við tjáldrið.
»Eg komi úr útlondum«, svaraði
tjáldrið. »Har eru ikki so nógvar fligur
súm her, men strondin er vøkur, og
hagin er vakrari enn her — og hóast
tað leingdist mær aftur higar; tí sum-
marið er einga staðnis vakrari enn her.
Her er nok komið nøgd av krákum
og ravnum tað seinastu tíðina. Tað
verður ivaleyst nógv at gera hjá tjøld-
runum nú«.
Sum ein pílur fleyg tjáldrið av stað.
Tan fyrsti ravnurin, tað fekk eyga á,
sat í góðum hýri og pikkaði eitt
smálamb. Tjáldrið gav honum nevsoddin
í vangan. Hann smáll sum kúglan.
FELAGS TÍÐINDI.
Føroyingefelag heldur fund fríggja-
dagin 14. Oktober Kl. 9 í »Nyt Land-r
manshotel«, Halmtorvet.
LJÓSBÍLATIR SÝNAST. Tit
mugu minna tykkum á at kvøða tí í
annars verður dansurin skjót burtur-
lagdur á felagsfundinum.
— Føroyingafelag gevur út. —
Valentín & Lund, Niels Juelsgado ‘J.