Várskot - 01.10.1904, Blaðsíða 4

Várskot - 01.10.1904, Blaðsíða 4
— 24 — KRAKAN og TJALDRIÐ. (Av A. J.) GDjálvan Grækarismessudag kom eitt tjáldur fljúgvande útan av havinum. Tað var so útligvað, at tað slet ikki hugsaði um at láta: »klipp, klipp, klipp« — soleiðis sum tjøldrini plaga at láta, tá íð tey koma um várið. Tað kastaði seg á tað fyrstu lítlu hellina, tað fekk eyga á, og har varð tað lig- gjandi, toygt í hvørjari lykkju. Eingin kundi siga annað, enn at tað var ein rekafuglur har lag. Kráka, sum altíð er forvitin og fegin víl skræða í seg, kom og setti seg hjá tjáldrinum. Hon tók at gorra uppi yvur tí; og allar krákurnar í nánd fylktist útan um tað. So fóru tær allar at gorra, og tær djárvastur byr- jaðu at píska við tjáldrið og at toga í vel og veingjafjaðrar á tí. Nú tók tjáldrið at órógvast, og tað gloppaði, nevið eitt sindur. Krákurnar stukku avstað. Tær tóku eini tvey trí hopp burtur frá tí. Tá fyrstani sógu tær, hvussi fagurt tað var litað. Snjóhvít bringan, bakið kolsvart, og hit blóðreiða nevið var so spískt og hvast sum nálaroddur. Tær stóðu heilt bilsnar uppi yvur tí. Men nú rørdi tað seg ikki. So byrjaðu tær at narka sær attur til tað — fót fyri fót, eftir liðini — og fóru at píska við tað aftur. Tá fór tjáldrið á føtur, risti vein- gjirnar og sagði: »kll... kl... ipp, klipp«. Tan krákan íð sat næst, fekk nevsoddin í kjósína árin hon sansaði tað. Hon varð sitandi, sum hon havði verið neld føst í hellina; blóðið dreiv niður eftir bringini á henni. Tjáldrið sæt og starðið at henni. Góðslig sá hon út, men ónoslig var hon at líta á. »Hvar hevur- tú verið?« Sigur tjáldrið við hana. »Eg komi netupp úr Islandi. Har er nogv meiri fiskarut og fleiri ønskudungar enn her — og tað var tað einasta eg hugdi eftir. Men hóast tað, leingdist mær aftur higar«. »Og hvaðani kemur tú?« Sigur krákan við tjáldrið. »Eg komi úr útlondum«, svaraði tjáldrið. »Har eru ikki so nógvar fligur súm her, men strondin er vøkur, og hagin er vakrari enn her — og hóast tað leingdist mær aftur higar; tí sum- marið er einga staðnis vakrari enn her. Her er nok komið nøgd av krákum og ravnum tað seinastu tíðina. Tað verður ivaleyst nógv at gera hjá tjøld- runum nú«. Sum ein pílur fleyg tjáldrið av stað. Tan fyrsti ravnurin, tað fekk eyga á, sat í góðum hýri og pikkaði eitt smálamb. Tjáldrið gav honum nevsoddin í vangan. Hann smáll sum kúglan. FELAGS TÍÐINDI. Føroyingefelag heldur fund fríggja- dagin 14. Oktober Kl. 9 í »Nyt Land-r manshotel«, Halmtorvet. LJÓSBÍLATIR SÝNAST. Tit mugu minna tykkum á at kvøða tí í annars verður dansurin skjót burtur- lagdur á felagsfundinum. — Føroyingafelag gevur út. — Valentín & Lund, Niels Juelsgado ‘J.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.