Várskot - 01.11.1904, Blaðsíða 2

Várskot - 01.11.1904, Blaðsíða 2
1 úti á Knúdshøđda (tað er ein ógveliga langur tangi, sum rennur oman suður í Smálandshavið) vaks eina ferð eitt træ í einari grein á einum øðrum træi. Folk var bilsið. tí hettar var ikki sætt fyrr; og fra allari sunnari helftini av Sjellandi ferðaðist fólk út at síggja hettar træið, sum ongan róttrevilin átti í Jørðini, men havði snýkt sær til eitt støði høgt í einum øðrum træi — Tíðindini frættist um landið. Lærdir menn úr Køpinhavn fóru út at ávgera, hvat hettar træið mundi heita. Mistilteinur var tað, søgdu teir. Hvaðani hann var komin, var ikki gott at siga. Teir hugsaðu at einhvør ferðafuglur havði borið eitt fræ við sær úr Einglandi, lagt tað fra sær her, og tað var so farið at vaksa. Teir settu gerði útan um træið, ið fingið havði hendan sjáldsama gestin. Hann mátti ikki doyggja burtur í órøkt' Nógd av fólkji kom hvørt ár at hyggja at trænum. Vit hava báir sætt tað. Tá íð træið var 6—7 ár gamalt, tá følnaði tað.« . . . . Tá íð vít høvdu lagt at landi í Orhødda (norðasta Falstur), var tað tætt við kirkjutið. Eg skundaði mær at gjalda skytsin, (hann var đýrari enn í Føroyum) og setti meg so á hjólhestin fyri at koma nóg tíðliga í kirkju hjá hinum kendaFøroyaprestinum, Falk Rønne í Vaaelse. Veðurin var 4—5 fjórðingar langur. Tá íð eg havði riðið eina góða løtu, spurdi eg ein mann, sum eg møtti, um eg var á beinum veg til Vaaelse »Nej, tigum skulu halda beint tvørtur ímóti.« sagði hann. Eg vendi við, men orðaði við hann, at eg helt meg vera so vissan í, at eg var á beinari leið. »Nei sum eg segi tigum, beint tvørtur ímóti, skulu tigum ríða so koma tigum til Gaabense,« sagði hann. »Eg skal ikki fara til Gaabense, men til Vaaelse« sagdi eg. »So eru tigum á beinari leið,« svaraði hann. Og eg vendi við aftur. Eg var í kirkju og hoyrdí orð, íð styrkti sálina. Fylgdist so við prestinum heim í prestagarðin og fekk góðan blídna. Tað styrkti kroppin- Tvørtir um Guldborgsund kom eg til Lollands. — Flatt sum pannukakan er landið, knappt ein heyggur er at síggja. Plógvið hevur eisini verið á hvørjum petti, hvar trøðini ikki for- ðaðu tí. Eg var inn í dirnar hjá einum bónda og spurdi um nakað. Eg fekk kunnleika um tað. Hann fekk at vita, at eg var úr Føroyum. Hann fortaldi mær tá, at ein landsmaður mín búði 3—4 míl burturi, at hann gjørdi eitt útmerka gott arbeiði og var frálíka væl líddur av fólkji. Tveir tímar seinri sæt eg ínni i stovuni hjá hesum sama Føroyinginum, og vit tosaði um føroyisk viðurskiftir. Eg spurdi hann, um hann ikki ætlaði sær heim, ti Føroyingum tørvaðist dúgligar menn. Hann svaraði mær, at tað havði víst seg, at ein planta, sum var tikin í Føroyum, kundi trívast, og trívast toleligani væl har nirri á Lol- landi; menn hann var bangin fyri, at ein planta, sum var tikin á Lollandi fór ikki at trívast so væl heima í Føroyum. Maðurin havði danska konu.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.