Várskot - 01.11.1904, Blaðsíða 4

Várskot - 01.11.1904, Blaðsíða 4
FELAGS rÍÐINDI. 28 TÍÐINDIR HEIMAN ÚR' FØROYUM. Føroyingefelag helđur fund fríggja- hvøldið 4. November Kl. 9 pr. í »Nyt Landmanshotel«, Halmtorvet Presturin Emil Bruun við Kristians- kirkjuna úti á Christianshavn (fyrr prestur í Havn) heldur røðu um »de gamle Vægtersange«. jakup Dahl er farin út úr nevnd Føroyingafelags. Hann hevur verið formaður í nevndini í fleiri ár, og vit hava grund til at takka honum fyri arbeiði hansara. Við nevndararbei- ðinum fylgjir oftast nógv strev og lítil tøkk, og formaðurin far, sum vituligt er, bróðurpartin av báum. J. D. hevur ikki verið so nógv fyri nøkrum nýggjum. Hann hevur bundið frið og helst latið alt verið sum tað var, tá íð hann kom til tað. Hann hevur verið væl fagnaður. Nú skal veljast nýggjur nevndarlimur. Veljið so ein av teymum hampuligum og reystum dreingjinum, sum vit hava her nirri. Sígurd Kristiansen er ivaleyst ein av teymum. Hann er eisini ein íðin drongur. Veljið hann! Absalon Jógvansson. JPHskiskipini erú nu komin fra Islandi og tey hava fiska nógv. Tað heitist at vera av bestum árum. Fiska- prísurin er eisini góður. Bara hann ikki for at lækka óvnógv. Hann pla- gar ofta at lækka, tá íð nógv verður fiskað. Seyðurin sigst eisini at hava verið góður og vel í holdum. So tað má sigast at vera av bestum árum fyri Føroyar. Grindur eru eisini komnar. Men nú á døgum verður ikki roknað so nógv eftur hvussi nógvar grindur íð koma, sum fyrr. Tað smakkar væl at fáa ein døgur av feskari grind; men kemur eingin grindin, so doyr fólk ikki í hungri fyri tað, hóast tað nok eru tey, íð sakna grindina. Tað er fiskispapurin og seyðurin tað kemur mest an uppá nú á' døgum. Føroyingar, sum hava hug at lesa bløðini úr Føroyum, kunnu koma heim til Absalon Jógvansson hvørt friggja- hvøld kl. 9—10, so skulu bløðini liggja til sjóndar. Hann býr Sortedams Dos- sering 59 *. — Føroyingafelag gevur út. — Valentin & Lund, Niels .Tuelsgade 9.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.