Várskot - 01.11.1904, Blaðsíða 1

Várskot - 01.11.1904, Blaðsíða 1
BLAÐ FØROYINGAFELAGS í KEYPMANNAIIAVN. Nr 7. NOVEMBER. 1904. Fámenta fólk: , yL)) ) fylkist tú oxl móti axlum, ff LAAJJ tá gerst tær stálkynt í jaxlum, ( L ^ sameinđa fólk! FERÐA TÍÐINDIR. (Av Absalon Jógvanson). ídliga á sunnumorgni kom eg á hjólhesti til sunnasta býin á Sjellandi, Masnedsund. Flitingarskipið var tá longu farið yvir um fjørðin til Falstur, og tað fór at vara fleiri tímar aðrin nakað skip fór aftur tan vegin. Tveir útróðramenn komu at seta meg um fjørðin — ein sjáldsamur fer- ðingaháttur her nirri. Tað var frálíka vakurt veður tan morgunin. Og eg fekk frið til at gleðast — einsamaldur í báti við tvei- mum sjóvandum utróðramonnum. Eg minnist, at eg teinkti við mær sjálvum, at eingin á Jørð kundi skoða nakað vakrari enn eg í tí stundini, og at eingin kundi vera betri hýrdur enn eg var tá. Eg havði ongantíð kent hjarta mít so opið fyri tí góða og vakra sum tá. Havið var mjúkt sum silki. Tað var so klárt sum eitt spegil, íð tekur við øllum og sendur alt vakrari fra sær aftur. Tankin fleyg heim, tí eg mintist at hava sætt havið sovorið har heima; og eitt eygablik gloymdi eg, at tað ikki var ein av Føroyfirðum, eg varð førdur um. Men tá íð eygað aftur leit upp á land, tá saknaði eg hit stór- skorna og stimburmikla móðuranlitíð mítt; og tað var sum eg í staðin fyri sá hitt yndisligasta gentusniði í friskasta blóma. Tá kendi eg tað á mær, at gentus- níði eigur óføra makt til at draga mannín, tí hann væntar sær so nógv av tí. Móðuranlitið dregur ikki mannin á tann hátt. Men tað er eymur og takk- samur kærleiki, sum ognast tí. Ikki fyri tað, íð sonurin væntar sær av ti, men fyri tað hann longu hevur fingið: lív og lindi og treystar limir. Eg hoyrdi søgur um mangt; summar av teymum rørdu við tað vit sógu á vegnum. Eg taki tað eini fram her, tí eg helt hana vera so sjáldsama: »Har

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.