Várskot - 01.11.1904, Page 1
BLAÐ FØROYINGAFELAGS í KEYPMANNAIIAVN.
Nr 7. NOVEMBER. 1904.
Fámenta fólk: , yL)) ) fylkist tú oxl móti axlum, ff LAAJJ tá gerst tær stálkynt í jaxlum, ( L ^ sameinđa fólk!
FERÐA TÍÐINDIR.
(Av Absalon Jógvanson).
ídliga á sunnumorgni kom eg á
hjólhesti til sunnasta býin á Sjellandi,
Masnedsund. Flitingarskipið var tá
longu farið yvir um fjørðin til Falstur,
og tað fór at vara fleiri tímar aðrin
nakað skip fór aftur tan vegin.
Tveir útróðramenn komu at seta
meg um fjørðin — ein sjáldsamur fer-
ðingaháttur her nirri.
Tað var frálíka vakurt veður tan
morgunin. Og eg fekk frið til at
gleðast — einsamaldur í báti við tvei-
mum sjóvandum utróðramonnum. Eg
minnist, at eg teinkti við mær sjálvum,
at eingin á Jørð kundi skoða nakað
vakrari enn eg í tí stundini, og at
eingin kundi vera betri hýrdur enn eg
var tá. Eg havði ongantíð kent hjarta
mít so opið fyri tí góða og vakra
sum tá.
Havið var mjúkt sum silki. Tað
var so klárt sum eitt spegil, íð tekur
við øllum og sendur alt vakrari fra
sær aftur.
Tankin fleyg heim, tí eg mintist at
hava sætt havið sovorið har heima;
og eitt eygablik gloymdi eg, at tað
ikki var ein av Føroyfirðum, eg varð
førdur um. Men tá íð eygað aftur leit
upp á land, tá saknaði eg hit stór-
skorna og stimburmikla móðuranlitíð
mítt; og tað var sum eg í staðin fyri
sá hitt yndisligasta gentusniði í friskasta
blóma.
Tá kendi eg tað á mær, at gentus-
níði eigur óføra makt til at draga
mannín, tí hann væntar sær so nógv
av tí.
Móðuranlitið dregur ikki mannin á
tann hátt. Men tað er eymur og takk-
samur kærleiki, sum ognast tí. Ikki
fyri tað, íð sonurin væntar sær av ti,
men fyri tað hann longu hevur fingið:
lív og lindi og treystar limir.
Eg hoyrdi søgur um mangt; summar
av teymum rørdu við tað vit sógu á
vegnum. Eg taki tað eini fram her, tí
eg helt hana vera so sjáldsama: »Har