Ungu Föroyar - 01.04.1907, Page 2

Ungu Föroyar - 01.04.1907, Page 2
— 26 — sum fyrst var til bitan, gloypti honum | í stundini. Men — vanlukkutíð! hon | varð føst, og tó at hon bæði spraklaði og togaði, so fór hon tó upp úr sjónum, og hinar báðar, sum eftir vóru, sógu hana aldri aftur. Sakin var tann, at hon hevði tikið í eitt sild-agn, sum ein maður, ið stóð á seiðabergi, hevði krøkt sær upp á ongulin, og hann syfti hana upp á land og var glaður; tí han vænt- aði sær at fiska no mikið, at liann kundi fáa pottin á loft. Tá eitt lítið bil var farið, kom hin sami fitti bitin niður aftur gjøgnum sjógvin. Báðar berggylturnar, sum ef- tir vóru, fóru til hansara, tó at teir vóru vorðnar eitt sindur bangnar. Tær snoddaðu í kring um hann og lutt- aðu at honum. Nakað væl mundi hann smakka, hugsaðu tær. Onnur helt at okkurt snið mundi vera við hesum bitanum og mældi til at fara frá honum. Hin helt, at ein so góður bitið mátti verða etin, og hon gloypti honum. Men — vanlukkutíð! henni gekk eins og hini fyrstu, og tó at hon bæði sprakl- aði og rykti, so var hon tó syft upp á land og mátti lata lív sítt. Maðurin krøkti sær nýtt agn upp á ongulin og slepti út aftur, hin triðja berggyltan fekk at síggja agnið og kundi ikki vera frá tí. Hon kendi tevin av tí, og so góðan hug hevði hon at eta tað, at vatnið rann henni úr tonnum. Men tað var ikki gamansleikur; hon mátti ikki vera so óskoytin, sutn hinar báðar høvdu verið, hugsaði hon. Nei, hon skuldi ikki gloypa bitanum; men hon kundi tó bíta eitt lítið sindur í hann, tað kundi tó aldri verða henni at meini. So fór hon at tanla agnbitan, og áðrenn hon vardi nakað, togaði maðurin á dorgina, og ongulin kom fastur í yvirvørrina. Berggyltan rykti og skrikti, og endin var, at vørrin skræđnaði fyri onglinum, so at hon slapp leys. Hon skunđaði sær alt hon kundi at krógva seg millum tonglarnar í einum tjúkkum taraskógi. Hon pipraði av ræðslu i fyrstani; men tá ræðslan fór burtur, kendi hon ein ógviligan svíða í vørrini. Hon mátti til doktara, annars var hon vís í at fáa kolibrand í allan kjaftin, og tað var verri enn alt. Norðuri í Krabbavík var ein gamal steinbítur, sum var doktari, og berggyltan fór á fund hansara við tað saina. Men tá hon kom, var đoktarin ikki heima; hann var hjá eini brosmu, sum hevði fingið íllt í búkin av tí, at hon hevði ov etið seg. Áðrenn langt um leið, kom steinbíturin aftur; men hann gav berggyltini ongar góðar vónir, segði, at høvdið møguliga kundi svølla burtur av henni, áðrenn tvey samdøgur vóru farin. Tó segði hann seg vilja hjálpa henni, so dánt hann kundi, og hann seymaði vørr hennara aftur við einum stáltráði, sum hann đagin framman undan hevði tikið burtur úr kjaftinum á einum upsa. Síðani vavdi steinbít- urin eitt stórt tarablað utan um høvdi á berggyltuni og bað hana ansa væl eftir sær; tí annars varð endin ringur. Berggyltan smeyg so av stað; men steinbítskonan, ein gomul, tannlóys kell- | ing, kom aftaná hana og teskaði henni í oyra, at hon ikki skuldi vera bangin, tí skaðin var ikki so stórur, sum maður hennara segði. Nei, men hann segði altíð fyri sjúklingum, sum komu til hansara, at teir vóru ógviliga ringir, og at teir aldri kundi verða lektir, um

x

Ungu Föroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.