Ungu Föroyar - 01.04.1907, Síða 2
— 26 —
sum fyrst var til bitan, gloypti honum |
í stundini. Men — vanlukkutíð! hon |
varð føst, og tó at hon bæði spraklaði
og togaði, so fór hon tó upp úr sjónum,
og hinar báðar, sum eftir vóru, sógu
hana aldri aftur. Sakin var tann, at
hon hevði tikið í eitt sild-agn, sum ein
maður, ið stóð á seiðabergi, hevði krøkt
sær upp á ongulin, og hann syfti hana
upp á land og var glaður; tí han vænt-
aði sær at fiska no mikið, at liann kundi
fáa pottin á loft.
Tá eitt lítið bil var farið, kom hin
sami fitti bitin niður aftur gjøgnum
sjógvin. Báðar berggylturnar, sum ef-
tir vóru, fóru til hansara, tó at teir
vóru vorðnar eitt sindur bangnar.
Tær snoddaðu í kring um hann og lutt-
aðu at honum. Nakað væl mundi hann
smakka, hugsaðu tær. Onnur helt at
okkurt snið mundi vera við hesum
bitanum og mældi til at fara frá honum.
Hin helt, at ein so góður bitið mátti
verða etin, og hon gloypti honum. Men
— vanlukkutíð! henni gekk eins og
hini fyrstu, og tó at hon bæði sprakl-
aði og rykti, so var hon tó syft upp á
land og mátti lata lív sítt.
Maðurin krøkti sær nýtt agn upp
á ongulin og slepti út aftur, hin triðja
berggyltan fekk at síggja agnið og kundi
ikki vera frá tí. Hon kendi tevin av
tí, og so góðan hug hevði hon at eta
tað, at vatnið rann henni úr tonnum.
Men tað var ikki gamansleikur; hon
mátti ikki vera so óskoytin, sutn hinar
báðar høvdu verið, hugsaði hon. Nei,
hon skuldi ikki gloypa bitanum; men
hon kundi tó bíta eitt lítið sindur í
hann, tað kundi tó aldri verða henni
at meini. So fór hon at tanla agnbitan,
og áðrenn hon vardi nakað, togaði
maðurin á dorgina, og ongulin kom
fastur í yvirvørrina. Berggyltan rykti
og skrikti, og endin var, at vørrin
skræđnaði fyri onglinum, so at hon
slapp leys.
Hon skunđaði sær alt hon kundi at
krógva seg millum tonglarnar í einum
tjúkkum taraskógi. Hon pipraði av
ræðslu i fyrstani; men tá ræðslan fór
burtur, kendi hon ein ógviligan svíða í
vørrini. Hon mátti til doktara, annars
var hon vís í at fáa kolibrand í allan
kjaftin, og tað var verri enn alt.
Norðuri í Krabbavík var ein gamal
steinbítur, sum var doktari, og berggyltan
fór á fund hansara við tað saina.
Men tá hon kom, var đoktarin ikki
heima; hann var hjá eini brosmu, sum
hevði fingið íllt í búkin av tí, at hon
hevði ov etið seg. Áðrenn langt um
leið, kom steinbíturin aftur; men hann
gav berggyltini ongar góðar vónir,
segði, at høvdið møguliga kundi svølla
burtur av henni, áðrenn tvey samdøgur
vóru farin. Tó segði hann seg vilja
hjálpa henni, so dánt hann kundi, og
hann seymaði vørr hennara aftur við
einum stáltráði, sum hann đagin framman
undan hevði tikið burtur úr kjaftinum
á einum upsa. Síðani vavdi steinbít-
urin eitt stórt tarablað utan um høvdi
á berggyltuni og bað hana ansa væl
eftir sær; tí annars varð endin ringur.
Berggyltan smeyg so av stað; men
steinbítskonan, ein gomul, tannlóys kell-
| ing, kom aftaná hana og teskaði henni
í oyra, at hon ikki skuldi vera bangin,
tí skaðin var ikki so stórur, sum maður
hennara segði. Nei, men hann segði
altíð fyri sjúklingum, sum komu til
hansara, at teir vóru ógviliga ringir,
og at teir aldri kundi verða lektir, um