Ungu Föroyar - 01.04.1907, Side 3
r
— 27
-
teimum so nær um einki baggaði, fyri
at hann kundi hava størri heiður, ta
teir tó skjótt komu aftur fyri seg. »Tað
gongur ikki altíð so strengliga, sum
presturin prædikar,« helt steinbítskell-
ingin, tá hon skildist frá berggyltuni
og fór heim aftur til sín sjálvs.
Hvussu berggyltuni gekst seinri í
lívinum, havi eg einki frætt frá, og her
endar søgan um hana; men í annað
kvøld skulu tit fáa eina aðra søgu.
(Meira.)
/7Í\
So eru sumar konur!
Norskt ævintýr.
Einaferð vóru ein maður og ein
kona; tey skuldi vára, men áttu einki
sáð og heldur ongar pengar at keypa
fyri. Einans kúgv høvdu tey, og við
henni skuldi maðurin fara til býin fyri
at selja hana, so tey kundu fáa pengar
til at keypa sáðkorn fyri. Men tá at
endanum kom, tordi konan ikki lata
mannin fara; tí hon óttaðist fyri, at
hann fór at drekka pengarnar burtur.
Hon fór so sjálv av stað við kúnni, og
har aftur at tók hon við sær eina
hønu.
Eitt syndur utan fyri býin møtti
hon einum slaktara. »Skalt tú selja
hasa kúnna, góða inín!« spurdi hann.
»Ja, tað var ætlanin,« segði hon. »Hvat
vilt tú geva fyri hana?« »Eg vænti
mær eitt fimmogtjúguoyra fyri kúnna;
men hønuna skalt tú fáa fyri eitt tjúgu-
krónustykki,* segði hon. »Ja,« svaraði
hann, »hønuna nýtist mær ikki, og
hennni sleppur tú ivaleyst frá, tá ið
tú kemur til býin; men fyri kúnna skal
eg geva tær eitt fimmogtjúguoyra.« Hon
seldi kúgv sína og fekk sítt íimmogtjúgu-
oyra; men í býnum var eingin, sum vildi
lata eítt tjúgukrónustykki fyri eina fjøður-
sára rakhønu. Konan fór so aftur til
slaktarin og segði við hann: »Eg sleppi
ikki frá hønu míni, góði slaktari! Tú
fert ivaleyst at taka hana eisini, tú; sum
fekst kúnna.« »Tað skulu vit væl semj-
ast um,« segði slaktarin. So gjørdist
hann blíður við hana, gav henni mat
og so nógv brennivín, at hon varð
drukkin og misti bæði vit og skil.
Meðan hon svav drap slaktarin
hana niður í eina tjørutunnu, og síðani
legði liann hana í ein fjaradunga. Tá
hon.vaknaði, var hon fjaðrað um allan
kroppin og fór at undrast á: »Er hetta
eg, ella er hetta ikki eg? Nei, hetta
kann slætt ikki vera eg! Hetta má vera
onkur stórur, løgin fuglur. Men hvussu
skal eg bera meg at fyri at fáa at vita,
antin hetta er eg ella ikki eg? — Jú,
nú veit eg, hvussu eg skal fáa tað at
vita; sleikja kálvarnir mær, og goyggja
hundarnir ikki at mær, tá eg komi heim,
so er tað eg!«
Hundarnir sógu neyvan hetta
skrímslið koma í túnið, fyrr enn teir
fóru at goyggja, sum um bæði tjóvar
og ránsinenn høvdu verið komnir til
garðs. »Nei, hetta kann ivaleyst ikki
vera eg,« hugsaði hon. Tá hon kom í
fjósið, vildu kálvarnir ikki sleikja henni;
tí teir kendi ein herviligan tjøruroyk
koma sær í nasarnar.
»Nei, ikki kann hetta vera eg, hetta
má vera onkur løgin fuglur,« hugsaði
hon, og so grulvaði hon uppá stovu-
tekjuna, fór at sveiggja við ørminum,
sum teir høvdu verið veingir, fyri at
sleppa á flog. Maðurin fekk at síggja