Ungu Föroyar - 01.04.1907, Síða 3

Ungu Föroyar - 01.04.1907, Síða 3
r — 27 - teimum so nær um einki baggaði, fyri at hann kundi hava størri heiður, ta teir tó skjótt komu aftur fyri seg. »Tað gongur ikki altíð so strengliga, sum presturin prædikar,« helt steinbítskell- ingin, tá hon skildist frá berggyltuni og fór heim aftur til sín sjálvs. Hvussu berggyltuni gekst seinri í lívinum, havi eg einki frætt frá, og her endar søgan um hana; men í annað kvøld skulu tit fáa eina aðra søgu. (Meira.) /7Í\ So eru sumar konur! Norskt ævintýr. Einaferð vóru ein maður og ein kona; tey skuldi vára, men áttu einki sáð og heldur ongar pengar at keypa fyri. Einans kúgv høvdu tey, og við henni skuldi maðurin fara til býin fyri at selja hana, so tey kundu fáa pengar til at keypa sáðkorn fyri. Men tá at endanum kom, tordi konan ikki lata mannin fara; tí hon óttaðist fyri, at hann fór at drekka pengarnar burtur. Hon fór so sjálv av stað við kúnni, og har aftur at tók hon við sær eina hønu. Eitt syndur utan fyri býin møtti hon einum slaktara. »Skalt tú selja hasa kúnna, góða inín!« spurdi hann. »Ja, tað var ætlanin,« segði hon. »Hvat vilt tú geva fyri hana?« »Eg vænti mær eitt fimmogtjúguoyra fyri kúnna; men hønuna skalt tú fáa fyri eitt tjúgu- krónustykki,* segði hon. »Ja,« svaraði hann, »hønuna nýtist mær ikki, og hennni sleppur tú ivaleyst frá, tá ið tú kemur til býin; men fyri kúnna skal eg geva tær eitt fimmogtjúguoyra.« Hon seldi kúgv sína og fekk sítt íimmogtjúgu- oyra; men í býnum var eingin, sum vildi lata eítt tjúgukrónustykki fyri eina fjøður- sára rakhønu. Konan fór so aftur til slaktarin og segði við hann: »Eg sleppi ikki frá hønu míni, góði slaktari! Tú fert ivaleyst at taka hana eisini, tú; sum fekst kúnna.« »Tað skulu vit væl semj- ast um,« segði slaktarin. So gjørdist hann blíður við hana, gav henni mat og so nógv brennivín, at hon varð drukkin og misti bæði vit og skil. Meðan hon svav drap slaktarin hana niður í eina tjørutunnu, og síðani legði liann hana í ein fjaradunga. Tá hon.vaknaði, var hon fjaðrað um allan kroppin og fór at undrast á: »Er hetta eg, ella er hetta ikki eg? Nei, hetta kann slætt ikki vera eg! Hetta má vera onkur stórur, løgin fuglur. Men hvussu skal eg bera meg at fyri at fáa at vita, antin hetta er eg ella ikki eg? — Jú, nú veit eg, hvussu eg skal fáa tað at vita; sleikja kálvarnir mær, og goyggja hundarnir ikki at mær, tá eg komi heim, so er tað eg!« Hundarnir sógu neyvan hetta skrímslið koma í túnið, fyrr enn teir fóru at goyggja, sum um bæði tjóvar og ránsinenn høvdu verið komnir til garðs. »Nei, hetta kann ivaleyst ikki vera eg,« hugsaði hon. Tá hon kom í fjósið, vildu kálvarnir ikki sleikja henni; tí teir kendi ein herviligan tjøruroyk koma sær í nasarnar. »Nei, ikki kann hetta vera eg, hetta má vera onkur løgin fuglur,« hugsaði hon, og so grulvaði hon uppá stovu- tekjuna, fór at sveiggja við ørminum, sum teir høvdu verið veingir, fyri at sleppa á flog. Maðurin fekk at síggja

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.