Ungu Föroyar - 01.04.1907, Síða 5

Ungu Föroyar - 01.04.1907, Síða 5
húsana millum har uppi og hevur hvørki bita at leggja í munnin ella klæði upp á kroppin — pengar er nú ikki at tala um.« »Gud náði meg fyri honum tá!« rópti konan; »honum tørvar tá ikki at ganga so ússaligur, hann, som so nógv var eftir, tá hann fór burtur úr verðini. Loftið hongur alt fult av klæðum, sum hann átti, og eisini stendur her eitt stórt skrín við pengum. Vilja tygum taka tað við, so skulu tygum fáa hest og kerru at koyra tað á, og hestin kann hann hava eftir hjá sær, og á kerruni kann hann sita og koyra húsana millum, so tørvar honum tá ikki at ganga.« Ringaríkingurin fekk so eina kerru fulla av klæðum, og eitt skrín fult av blonkum silvurpengum og so nógv av mati og drekka, sum hann vildi. Tá hann hevði fingið alt hetta, setti hann seg oman á og ók burtur. »Har var hin triðja,« segði hann við seg sjálvan. Men úti á bønum gekk hin triði maðurin hjá konuni og velti, og tá hann fekk at síggja ein fremmandan mann fara av garði við hesti og búnyttum, fór hann heim og spurdi konu sína, hvør hann var, sum fór av stað við hinum bláa hestinum. »Á hann!« svaraði hon, »tað var ein maður úr himiríki; hann segði, tað er so vánaligt við honum Peri øðrum, manni mínum sáliga, at hann gongur og reylar hús- ana millum og hevur hvørki klæði ella pengar; tí sendi eg til hansara øll tey gomlu klæðini, sum hingu her eftir hann, og hitt gamla pengaskrínið við silvurpengunum í.« Maðurin skildi við tað sama, hvussu vorðið var; hann sað- laði hest og reið av garði í stundini. Tað var ikki so leingi, til hann nærkaðist honum, sum í kerruni ók. Men tá Ringaríkingurin varð varur við tað, fór hann við hestinum og kerruni inn í skógin, roytti nakað tagl av hestinum, og rann so niðan í eina brekku; har bant hann hestataglið fast í eina bjørk, og hann legði seg víðopnan niður á jørðina til at gána upp í loft. »Nei, nei, nei!« segði hann fyri seg sjálvan, tá Per triði kom ríðandi, »nei, nú havi eg aldri sæð so løgið! Nei, nú havi eg aldri sæð so sjaldsamt!« Per stóð og hugdi at honum eina løtu og undraðist á, hvat hann hevðist at. Endaliga spurdi hann: »Hvat liggur tú har og gapar eftir?« »Nei, aldri sá eg slíkt!« svaraði hin; »har fór ein maður líka upp í himiríki á einum bláum hesti; her sært tú tagliðhanga eftir á bjørkini, og har uppi í skýnum sært tú hin bláa hest hansara.« Per leit fyrst upp til skýggja, síðan hugdi hann upp á mannin og segði: »Eg síggi bara eitt sindur av hestatagli í bjørkini og einki annað.« »Nei, tú kanst heldur ikki síggja nakað, har sum tú stendur,* segði hin, »men kom higar, og legg teg her, sum eg liggi, og hygg beint upp eftir, og tú mást ikki kveita burtur av skýnum har uppi.« Meðan Per triði lá og gánaði upp í ský, so at vatn rann honum úr eygunum, tók Ringaríkingurin hestin hjá Per triðja, setti seg upp á hann og fór burtur við honum og øllum tí, sum hann hevði krógvað inni í skóginum. Tá Per triði hoyrdi hestatraðk á gøtuni, reisti hann seg upp; men hann var so nipin, tá hann sá hin fara av stað við hesti hansara, at hann ikki fekk í lag at renna aftan á, fyrr enn ov seint var. Hann var heldur lotur, tá hann kom heim tíl konu sína. Men tá hon spurdi, hvar hesturin var, svaraði hann :

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.