Ungu Föroyar - 01.04.1907, Blaðsíða 5
húsana millum har uppi og hevur hvørki
bita at leggja í munnin ella klæði upp
á kroppin — pengar er nú ikki at tala
um.« »Gud náði meg fyri honum tá!«
rópti konan; »honum tørvar tá ikki at
ganga so ússaligur, hann, som so nógv
var eftir, tá hann fór burtur úr verðini.
Loftið hongur alt fult av klæðum, sum
hann átti, og eisini stendur her eitt
stórt skrín við pengum. Vilja tygum
taka tað við, so skulu tygum fáa hest
og kerru at koyra tað á, og hestin kann
hann hava eftir hjá sær, og á kerruni
kann hann sita og koyra húsana millum,
so tørvar honum tá ikki at ganga.«
Ringaríkingurin fekk so eina kerru fulla
av klæðum, og eitt skrín fult av blonkum
silvurpengum og so nógv av mati og
drekka, sum hann vildi. Tá hann hevði
fingið alt hetta, setti hann seg oman á og
ók burtur. »Har var hin triðja,« segði
hann við seg sjálvan.
Men úti á bønum gekk hin triði
maðurin hjá konuni og velti, og tá hann
fekk at síggja ein fremmandan mann
fara av garði við hesti og búnyttum,
fór hann heim og spurdi konu sína,
hvør hann var, sum fór av stað
við hinum bláa hestinum. »Á hann!«
svaraði hon, »tað var ein maður úr
himiríki; hann segði, tað er so vánaligt
við honum Peri øðrum, manni mínum
sáliga, at hann gongur og reylar hús-
ana millum og hevur hvørki klæði ella
pengar; tí sendi eg til hansara øll tey
gomlu klæðini, sum hingu her eftir
hann, og hitt gamla pengaskrínið við
silvurpengunum í.« Maðurin skildi við
tað sama, hvussu vorðið var; hann sað-
laði hest og reið av garði í stundini.
Tað var ikki so leingi, til hann nærkaðist
honum, sum í kerruni ók. Men tá
Ringaríkingurin varð varur við tað, fór
hann við hestinum og kerruni inn í
skógin, roytti nakað tagl av hestinum,
og rann so niðan í eina brekku; har
bant hann hestataglið fast í eina bjørk,
og hann legði seg víðopnan niður á
jørðina til at gána upp í loft. »Nei,
nei, nei!« segði hann fyri seg sjálvan,
tá Per triði kom ríðandi, »nei, nú havi
eg aldri sæð so løgið! Nei, nú havi eg
aldri sæð so sjaldsamt!« Per stóð og
hugdi at honum eina løtu og undraðist
á, hvat hann hevðist at. Endaliga
spurdi hann: »Hvat liggur tú har og
gapar eftir?« »Nei, aldri sá eg slíkt!«
svaraði hin; »har fór ein maður líka
upp í himiríki á einum bláum hesti;
her sært tú tagliðhanga eftir á bjørkini,
og har uppi í skýnum sært tú hin bláa
hest hansara.« Per leit fyrst upp til
skýggja, síðan hugdi hann upp á mannin
og segði: »Eg síggi bara eitt sindur
av hestatagli í bjørkini og einki annað.«
»Nei, tú kanst heldur ikki síggja nakað,
har sum tú stendur,* segði hin, »men
kom higar, og legg teg her, sum eg
liggi, og hygg beint upp eftir, og tú
mást ikki kveita burtur av skýnum har
uppi.« Meðan Per triði lá og gánaði
upp í ský, so at vatn rann honum úr
eygunum, tók Ringaríkingurin hestin
hjá Per triðja, setti seg upp á hann og
fór burtur við honum og øllum tí, sum
hann hevði krógvað inni í skóginum.
Tá Per triði hoyrdi hestatraðk á gøtuni,
reisti hann seg upp; men hann var so
nipin, tá hann sá hin fara av stað við
hesti hansara, at hann ikki fekk í lag
at renna aftan á, fyrr enn ov seint var.
Hann var heldur lotur, tá hann
kom heim tíl konu sína. Men tá hon
spurdi, hvar hesturin var, svaraði hann :