Ungu Föroyar - 01.04.1907, Page 6
30 —
»Eg gav eisini manninum hann at hava
til Per annan, tí eg helt ikki, tað var
beint, at hann skulđi sita á eini kerru
og vingla húsana millum í himiríki; nú
kann hann selja kerruna og keypa sær
ein vagn at aka í.« »Tað skalttúhava
tøkk fyri! Aidri hevði eg hugsað mær
til, at tú varst ein so góður maður,«
segði konan.
Tá hann nú kom heim, hann, sum
hevði fingið hinar tvey túsund krónur-
nar, kerruna fulla av klæðum og peng-
arnar, sá hann, at allur bøurin var
veltur, og allar velturnar vóru saxaðar.
Hann spurdi so við tað sama konu sína,
hvaðani hon hevði fingið sáð. »Á,«
segði hon, »eg havi altíðhoyrt, athann,
sum nakað sáar, hann nakað heystar;
tí sáddi eg tað saltið, sum norðan-
maðurin setti inn hjá mær, tá hann var
á ferð seinast. Hevði nú bara komið
regn, so ivist eg ikki um, at tað fer at
vaxa dugliga.« »Býtt ert tú, og býtt
verður tú, so leingi tú livir,« segði
maðurin; »men tað kann nú vera tað
sama, tí hinar eru ikki vitugari enn tú.«
Jákup og Tannhvíta.
(Framhald.)
Tannhvíta treivst væl, og hon var,
som smálomb eru von at vera, heldur
vill og ódæll. Tá hon var fjúrtan đaga
gomul, settijákup hana í beiti, táveðrið
var gott.
Sumarið gekk, og ikki er nógv at
siga frá lívssøgu hennara i teirri tíðini.
Stutt fyri ólavsøku gjørdi hon tó eitt
bragd, sum her skal sigast frá.
Jákup hevði ein morgun sett hana
í tjóður, sum hann var vanur, og skamt
; frá henni stóð ein kálvur tjóðraður.
; Tannhvíta fekk hug til at spæla við
kálvin, sum eisini fegin vildi renna dyst.
| Men tjóðrini vóru so stutt, atTannhvíta
ikki reiðiliga røkk til hansara, og í kæti
j gjørdi hon renningarlop á seg og tað
so dyggiliga, at tjóðrið slitnaði. Tá var
gleði á Tannhvítu; hon hoppaði og dans-
aði í kring um kálvin, sum nærum ikki
slapp av fetinum; tí tjóðrið var alt vavt
| tvørtur um hælin. At endanum varð
Tannhvíta móð, og hon fór so spákandi
niðan gjøgnum bøin.
Eina góða løtu seinri kom Jákup
út í beiti; har sá hann kálvin standa
einsamallan, og hann sá at meginpart-
urin av tjóðrinum hjá Tannhvítu hekk
uppi í hælinum. Hon hevði slitið, tað
j var ikki at ivast í; men hvar skuldi
hann finna hana aftur. »Á, bara hon
ikki hevur runnið seg út av bakkanum!*
hugsaði hann og varð eitt sindur bangin
um hana.
Men skjótt fann hann hana aftur;
j hon stóð mitt á einum teigi millum løk
og borðdúkar og annað lørift, sum
mamma Jákups hevði á bliki. Hon
hevði longu tanlað hol á tvey løk og
j ein nýggjan borðdúk, tá hann kom til
hennara.
»Óreinskusetta! Nú skalt tú verða
stongd inni í hoyhusinum, tað sum eftir
er dagin, aftur fyri at tú hevur borið
teg so illa at,« segði Jákup við Tann-
hvítu. Men hon mundi ikki skilja hansara
talu; tí í sama viðfangi tók hon til
beins at renna.
Tannhvíta rann undan og Jákup
aftan á. Fyrst fóru tey tuskandi
gjøgnum akurin hjá stórabónda, síðani