Ungu Föroyar - 01.04.1907, Síða 6

Ungu Föroyar - 01.04.1907, Síða 6
30 — »Eg gav eisini manninum hann at hava til Per annan, tí eg helt ikki, tað var beint, at hann skulđi sita á eini kerru og vingla húsana millum í himiríki; nú kann hann selja kerruna og keypa sær ein vagn at aka í.« »Tað skalttúhava tøkk fyri! Aidri hevði eg hugsað mær til, at tú varst ein so góður maður,« segði konan. Tá hann nú kom heim, hann, sum hevði fingið hinar tvey túsund krónur- nar, kerruna fulla av klæðum og peng- arnar, sá hann, at allur bøurin var veltur, og allar velturnar vóru saxaðar. Hann spurdi so við tað sama konu sína, hvaðani hon hevði fingið sáð. »Á,« segði hon, »eg havi altíðhoyrt, athann, sum nakað sáar, hann nakað heystar; tí sáddi eg tað saltið, sum norðan- maðurin setti inn hjá mær, tá hann var á ferð seinast. Hevði nú bara komið regn, so ivist eg ikki um, at tað fer at vaxa dugliga.« »Býtt ert tú, og býtt verður tú, so leingi tú livir,« segði maðurin; »men tað kann nú vera tað sama, tí hinar eru ikki vitugari enn tú.« Jákup og Tannhvíta. (Framhald.) Tannhvíta treivst væl, og hon var, som smálomb eru von at vera, heldur vill og ódæll. Tá hon var fjúrtan đaga gomul, settijákup hana í beiti, táveðrið var gott. Sumarið gekk, og ikki er nógv at siga frá lívssøgu hennara i teirri tíðini. Stutt fyri ólavsøku gjørdi hon tó eitt bragd, sum her skal sigast frá. Jákup hevði ein morgun sett hana í tjóður, sum hann var vanur, og skamt ; frá henni stóð ein kálvur tjóðraður. ; Tannhvíta fekk hug til at spæla við kálvin, sum eisini fegin vildi renna dyst. | Men tjóðrini vóru so stutt, atTannhvíta ikki reiðiliga røkk til hansara, og í kæti j gjørdi hon renningarlop á seg og tað so dyggiliga, at tjóðrið slitnaði. Tá var gleði á Tannhvítu; hon hoppaði og dans- aði í kring um kálvin, sum nærum ikki slapp av fetinum; tí tjóðrið var alt vavt | tvørtur um hælin. At endanum varð Tannhvíta móð, og hon fór so spákandi niðan gjøgnum bøin. Eina góða løtu seinri kom Jákup út í beiti; har sá hann kálvin standa einsamallan, og hann sá at meginpart- urin av tjóðrinum hjá Tannhvítu hekk uppi í hælinum. Hon hevði slitið, tað j var ikki at ivast í; men hvar skuldi hann finna hana aftur. »Á, bara hon ikki hevur runnið seg út av bakkanum!* hugsaði hann og varð eitt sindur bangin um hana. Men skjótt fann hann hana aftur; j hon stóð mitt á einum teigi millum løk og borðdúkar og annað lørift, sum mamma Jákups hevði á bliki. Hon hevði longu tanlað hol á tvey løk og j ein nýggjan borðdúk, tá hann kom til hennara. »Óreinskusetta! Nú skalt tú verða stongd inni í hoyhusinum, tað sum eftir er dagin, aftur fyri at tú hevur borið teg so illa at,« segði Jákup við Tann- hvítu. Men hon mundi ikki skilja hansara talu; tí í sama viðfangi tók hon til beins at renna. Tannhvíta rann undan og Jákup aftan á. Fyrst fóru tey tuskandi gjøgnum akurin hjá stórabónda, síðani

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.