Ungu Föroyar - 01.04.1907, Side 7

Ungu Föroyar - 01.04.1907, Side 7
— 31 — loyptu tey ræðslu á dunnurnar hjá lítlabónda, so at tær flugu allar út á og at endanuin komu tey heim í tún. Dyrnar hjá miðalbónda stóðu opnar, og bæði fóru inn. Ein stórur hundur, sum lá framman fyri grúgvuna og svav, vaknaði við kaldan dreym, og í stund- ini fór hann eftir Tannhvítu, sum leyp upp á beinkin undan honum. Har reikaðu tey aftur og fram í stovuni, og endin var, at tey hvøldu eitt fullt mjólkabiði, sum stóð á einum krakki á gólvinum. Bóndakonan illskaðist yvir hetta bragd, og hon rak bæði Tannhvítu og Jákup av durunum. Hetta var dagur í viku fyriJákup. Hann var bæði móður og nipin, tá hann endaliga hevði fingið Tannhvítu inn í hoyhúsið. Síðani fór hann inn at siga foreldrum sínum frá, hvussu honum hevði gingist, og hvat Tannhvíta hevði gjørt; hann duldi ikki fyri, at hon hevði etið bæði løk og borðđúkar, og at hon hevði stoytt mjólkina niður hjá miðalbónda og gjørt mangt annað. Foreldur hansara vóru ikki ill við hann, hvat hann hálvt um hálvt væntaði; men tey bóðu hann leggja sær eina við at ansa betur eftir Tannhvítu frá tí đegi. Tað gjørdi hann eisini, so eingin fekk nakað at klaga yvir. Á líramariumessu skuldi Tannhvíta verða latin í hagan, og ein morgun tók pápi Jákups hana, bant hana og legði hana upp í ein leyp, og so fór hann við henni. Ein klút hevði hann bundið fyri eyguni á henni, fyri at hon ikki skuldi finna aftur til hús. Jákup slapp við pápa sínum, og teir fóru við Tann- hvítu í ein dal, sum er tveir fjórðingar frá húsum; har sleptu teir henni. So fóru teir til gongu heimaftur, og Tann- | hvíta jarmaði eftir teimuin. Tað gekk Jákupi at hjarta, og nu kendi hann á sær, hvussu tungliga honum fall at skiljast frá henni. Hon var vorðin honum ein góður vinur, sum hann mundi koma til at sakna nógv. Hann væntaði sær tó at fáa at síggja hana aftur, áðrenn langt um leið. Heystið gekk, og menn fóru á fjall; men Tannhvíta var úti bæði í skurð og í klipping. Hon lá so ovarlaga í fjall- inum, at hon ikki kom fyri. Jákup, sum var á rættini báðu ferðir, fekk tí ikki at síggja hana, og hann var tí eisini heldur sorgfullur, tá hann fór heim aftur. Um veturin slapp hann ikki burtur [ í haga við pápa sínum at hyggja eftir Tannhvítu, tað visti hann; tí hann var | ungur enn, og hagin var heldur brattur. (Meira.) Tá ránsmenn komu til Trøllanes. Tit hava yvaleyst hoyrt um sjó- rænarar, sum vóru vanir at ferðast um oyggjarnar í gomlum døgum. Neyvan finnst ein bygd í Føroyum, utan at sagnir eru um, hvussu fremmandir | ránsmenn hava herjað, Teir rændu mæt, klæði, pengar og allar gripir, sum nakað virði høvdu. Stundum rændu teir fólk, og mong av teimum, ið tikin vóru, sógu aldri Føroyar aftur. í mongum bygdum drupu teir eisini fólk. Sjáldan høvdu Føroyingar dirvið | til mótstøðu; men teir royndi at krógva [ sínar dýrgripir sum best, og alt fólkið — menn og konur, børn og vaxin — fór ofta í fjøll og oyðimerkur at. fjala seg, tá ið ófriðarmenn vóru á ferð. Eisini Trøllanes, sum er eitt hitt kyrruvandasta pláss í Føroyum, og sum

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.