Ungu Föroyar - 01.04.1907, Qupperneq 7
— 31 —
loyptu tey ræðslu á dunnurnar hjá
lítlabónda, so at tær flugu allar út á
og at endanuin komu tey heim í tún.
Dyrnar hjá miðalbónda stóðu opnar, og
bæði fóru inn. Ein stórur hundur, sum
lá framman fyri grúgvuna og svav,
vaknaði við kaldan dreym, og í stund-
ini fór hann eftir Tannhvítu, sum leyp
upp á beinkin undan honum. Har
reikaðu tey aftur og fram í stovuni, og
endin var, at tey hvøldu eitt fullt
mjólkabiði, sum stóð á einum krakki á
gólvinum. Bóndakonan illskaðist yvir
hetta bragd, og hon rak bæði Tannhvítu
og Jákup av durunum.
Hetta var dagur í viku fyriJákup.
Hann var bæði móður og nipin, tá hann
endaliga hevði fingið Tannhvítu inn í
hoyhúsið. Síðani fór hann inn at siga
foreldrum sínum frá, hvussu honum
hevði gingist, og hvat Tannhvíta hevði
gjørt; hann duldi ikki fyri, at hon
hevði etið bæði løk og borðđúkar, og
at hon hevði stoytt mjólkina niður hjá
miðalbónda og gjørt mangt annað.
Foreldur hansara vóru ikki ill við hann,
hvat hann hálvt um hálvt væntaði; men
tey bóðu hann leggja sær eina við at
ansa betur eftir Tannhvítu frá tí đegi.
Tað gjørdi hann eisini, so eingin
fekk nakað at klaga yvir.
Á líramariumessu skuldi Tannhvíta
verða latin í hagan, og ein morgun tók
pápi Jákups hana, bant hana og legði
hana upp í ein leyp, og so fór hann
við henni. Ein klút hevði hann bundið
fyri eyguni á henni, fyri at hon ikki
skuldi finna aftur til hús. Jákup slapp
við pápa sínum, og teir fóru við Tann-
hvítu í ein dal, sum er tveir fjórðingar
frá húsum; har sleptu teir henni. So
fóru teir til gongu heimaftur, og Tann-
| hvíta jarmaði eftir teimuin. Tað gekk
Jákupi at hjarta, og nu kendi hann á
sær, hvussu tungliga honum fall at
skiljast frá henni. Hon var vorðin honum
ein góður vinur, sum hann mundi koma
til at sakna nógv. Hann væntaði sær
tó at fáa at síggja hana aftur, áðrenn
langt um leið.
Heystið gekk, og menn fóru á fjall;
men Tannhvíta var úti bæði í skurð og
í klipping. Hon lá so ovarlaga í fjall-
inum, at hon ikki kom fyri. Jákup,
sum var á rættini báðu ferðir, fekk tí
ikki at síggja hana, og hann var tí
eisini heldur sorgfullur, tá hann fór
heim aftur.
Um veturin slapp hann ikki burtur
[ í haga við pápa sínum at hyggja eftir
Tannhvítu, tað visti hann; tí hann var
| ungur enn, og hagin var heldur brattur.
(Meira.)
Tá ránsmenn komu til Trøllanes.
Tit hava yvaleyst hoyrt um sjó-
rænarar, sum vóru vanir at ferðast um
oyggjarnar í gomlum døgum. Neyvan
finnst ein bygd í Føroyum, utan at
sagnir eru um, hvussu fremmandir
| ránsmenn hava herjað, Teir rændu
mæt, klæði, pengar og allar gripir, sum
nakað virði høvdu. Stundum rændu
teir fólk, og mong av teimum, ið tikin
vóru, sógu aldri Føroyar aftur. í
mongum bygdum drupu teir eisini
fólk. Sjáldan høvdu Føroyingar dirvið
| til mótstøðu; men teir royndi at krógva
[ sínar dýrgripir sum best, og alt fólkið
— menn og konur, børn og vaxin —
fór ofta í fjøll og oyðimerkur at. fjala
seg, tá ið ófriðarmenn vóru á ferð.
Eisini Trøllanes, sum er eitt hitt
kyrruvandasta pláss í Føroyum, og sum