Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 2

Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 2
— 18 — barnið. Her hóskaði av sonnum hitt | gamla orðatakið: »Tunt er tað blóð, | ið ikki er tjúkkari enn vatn.« Tá samdist kongur við dóttur sína; boð fór eftir manni hennara, og kongur gav teimum frið og grið. Hann vildi hava tey við sær aftur til Skotlands; men tey vildu ikki, og búðu tey tí alla ævi sína í Nólsoy. Eftir hetta búsettust fleiri í Korndali; toftiruar síggjast allar enn. Eitt hús er í Nólsoy, sum tey kalla l Kongsstovu; tað var fyrsta hús, ið bygt varð, har sum húsini nú standa í Nólsoy. Hetta hús skuldi ein sonur hesa áðurnevndu kongsdóttur byggja, og var tað tí kalla Kongsstova. Eitt annað hús, ið bygt varð, kallaðist % Nýggjustovu, suin eisini fólk av sama ættarliði búðu í. Einaferð seinri í tíðini fór ein dagin ein maður úr Kongsstovu, sum æt Jákup,*) við syni sínum, og ein maður úr Nýggju- stovu, sum æt Niklas, við syni sínum út at rógva. Óveður kom á teir, og teir róku til Hetlands og sluppu ikki aftur til Føroya; tí einki far var at sleppa við. Búsettust teir so í Hetlandi, og | synirnir giftust har, og tað er ikki so langt síðani, at eftirkomarar teirra vistu at siga frá ættarliðinum, sum var komin | úr Føroyum, vónandi vita teir tað enn. Eisini í Nólsoy liva fólk, sum eru í sætta liði frá hesum áðurnevndu monnum. Lena. *) Hesin Jákup og Jákups navnið, sum er í Nólsoy, er sama navnið frá Jákupi Skotlands kongi. Fimm ára gamal Hanus var. Fimm ára gamal Hanus var, hann fyrstu ferð fór til sjós; hann errin ár á borði bar og róðu upp á rós. Men ikki fór hann langa leið tó sína fyrstu ferð; hann fór bert út at fiska seið stutt út um Stórasker. Har seiður svam í hópatal — bæði stórt og smátt. Hanus dyrgdi, hann fekk væl, ja upp í stóra pott. Ja errin var hann henda dag, hann hevði fingið nógv; hann kundi tí ei gloyma tað at fara út á sjógv. Hann vitjaði at sjóvarstrond, hvar bátur pápans stóð, og tók har tíðum ár í hond og róði sum á sjó. Hann reisti mastur, legði á og setti segli hátt og fór so til at stýra tá og meinti, alt gekk gott. Men báturin á lunni stóð og fekk tí Onga ferð; men Hanus stýrdi sum á sjó, tá nógvur vindur er. Glaður Hanus altíð var at røkta seyð og neyt; men betur đámdi honum har, sum bátur pápans fleyt. Hann títt bað pápan sleppa sær ímillum aðrar menn; men oftast Hanus fekk til svar: »Tú ert ov lítil enn.« Altíð hann á støðni var og veiddi seið og murt.

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.