Ungu Föroyar - 01.03.1908, Qupperneq 2
— 18 —
barnið. Her hóskaði av sonnum hitt |
gamla orðatakið: »Tunt er tað blóð, |
ið ikki er tjúkkari enn vatn.« Tá
samdist kongur við dóttur sína; boð
fór eftir manni hennara, og kongur gav
teimum frið og grið. Hann vildi hava
tey við sær aftur til Skotlands; men
tey vildu ikki, og búðu tey tí alla ævi
sína í Nólsoy. Eftir hetta búsettust
fleiri í Korndali; toftiruar síggjast
allar enn.
Eitt hús er í Nólsoy, sum tey kalla
l Kongsstovu; tað var fyrsta hús, ið
bygt varð, har sum húsini nú standa í
Nólsoy. Hetta hús skuldi ein sonur
hesa áðurnevndu kongsdóttur byggja,
og var tað tí kalla Kongsstova. Eitt
annað hús, ið bygt varð, kallaðist %
Nýggjustovu, suin eisini fólk av sama
ættarliði búðu í.
Einaferð seinri í tíðini fór ein dagin
ein maður úr Kongsstovu, sum æt Jákup,*)
við syni sínum, og ein maður úr Nýggju-
stovu, sum æt Niklas, við syni sínum út
at rógva. Óveður kom á teir, og teir
róku til Hetlands og sluppu ikki aftur
til Føroya; tí einki far var at sleppa
við. Búsettust teir so í Hetlandi, og |
synirnir giftust har, og tað er ikki so
langt síðani, at eftirkomarar teirra vistu
at siga frá ættarliðinum, sum var komin |
úr Føroyum, vónandi vita teir tað enn.
Eisini í Nólsoy liva fólk, sum eru í sætta
liði frá hesum áðurnevndu monnum.
Lena.
*) Hesin Jákup og Jákups navnið, sum er í
Nólsoy, er sama navnið frá Jákupi Skotlands
kongi.
Fimm ára gamal Hanus var.
Fimm ára gamal Hanus var,
hann fyrstu ferð fór til sjós;
hann errin ár á borði bar
og róðu upp á rós.
Men ikki fór hann langa leið
tó sína fyrstu ferð;
hann fór bert út at fiska seið
stutt út um Stórasker.
Har seiður svam í hópatal
— bæði stórt og smátt.
Hanus dyrgdi, hann fekk væl,
ja upp í stóra pott.
Ja errin var hann henda dag,
hann hevði fingið nógv;
hann kundi tí ei gloyma tað
at fara út á sjógv.
Hann vitjaði at sjóvarstrond,
hvar bátur pápans stóð,
og tók har tíðum ár í hond
og róði sum á sjó.
Hann reisti mastur, legði á
og setti segli hátt
og fór so til at stýra tá
og meinti, alt gekk gott.
Men báturin á lunni stóð
og fekk tí Onga ferð;
men Hanus stýrdi sum á sjó,
tá nógvur vindur er.
Glaður Hanus altíð var
at røkta seyð og neyt;
men betur đámdi honum har,
sum bátur pápans fleyt.
Hann títt bað pápan sleppa sær
ímillum aðrar menn;
men oftast Hanus fekk til svar:
»Tú ert ov lítil enn.«
Altíð hann á støðni var
og veiddi seið og murt.