Ungu Föroyar - 01.03.1908, Síða 4

Ungu Föroyar - 01.03.1908, Síða 4
— 20 grindini og gól tað dýrasta, hann var nientur. »Tú gelur so tað nýtur í merg og mønu,« segði asnin; »hvater her á vási?« »Jú,« segði hanin, »eg havi galið fyri góðum veðri; tí í dag er Mariu- messudagur, og so vita vit jú, at Maria moy hevur tváað kristusbarnsins lín- klæði og vil hava sey turr aftur; men líti batar mær at vera hjálpsamur, tað síggi eg nú. Higar kemur ferðafólk í morgin, og matmóðir mín hevur onga miskun móti einum trúgvum og dúgligum tjenara. Hon hevur sagt, at eg skal vera til bót út á súpan, og arbeiðskonan skal høgga høvdi av mær í annað kvøld. Tí siti eg nú her og gali so leingi sum eg kann.« »Lurta nú eftir mær mær, tú reyð- knokkur,« segði asnin, »deyðan kanst tú finna allastaðnis; kom tú fyrst við okkum til Bremens; tú hevur gott mál, og tá ið vit fýra fara at syngja og spæla til samans, so eri eg vísur í, at tað verður ein musikkur, sum mangur man vilja hoyra.« Men langt var til Bremens og teir kunđu ikki koma vegin fram á einum degi. Um kvøldi komu teir í ein skóg og har atlaðu teir at vera um náttina. Asnin og hundurin løgdu seg undir einuni træ; katturin kleiv upp á eina grein, og hanin fleyg upp á toppin; tí har kendi hann seg tryggan. Men áðrenn hann stakk høvdið undir veingin, leit hann utan um seg íallarættir. Honum sýntist at eitt ljós glampaði langt inni í hinum myrka skóginum; hann rópti tí niður til felagar sínar, at eitt hús mátti vera í nánd, tí hann sá ljós. Tá segði asnin: »So er beinast, at vit leita hagar; tí her verður ringt náttarhøli.« »Ja,« helt hundurin, »tað hevði ikki komi illa við at fingið nøkur bein og ein kjøtbita til viðskera.« So fóru teir til gongu móti ljósinum; tess nærri teir komu tí, tcss størri varð tað, og at endanum stóðu teir framm- anfyri vindeygað á einum ránsmansbøli. Asnin var størstur av teimum, og hann kagaði inn í stóvuna. »Nú, hvat særttú, tínasni?« spurdi hanin. »Hvat eg síggi?« segði asnin; »eg síggi eit borð mitt í stovuni fult av mati; ránsmenninir sita um tað og koyra í seg. »Tað kundi veri nakað fyri okkum!« helt hanin. »Ja, høvdu vit bara verið har!« segði asnin. So løgdu teir ráð upp um, hvussu teir skuldu gera fyri at fáa ránsinenn- inar burtur, og at endanum komu teir á samt um, hvat best mundi vera. Asnin setti frambein síni upp í vind- eygað; hundurin sprakk upp á ryggin á asnanum, katturin kleiv upp á hundin, og hanin fleyg upp og setti seg á høvdið á kattinum. So fóru teir allir í senn, hvør við sínum máli at skrenja, goyggja, mjóva og gala, og í sama viðfangi duttu teír allir gjøgnum vindeygað inn í stovuna, so at glasbrotini raplaði út um teir. Ránsmenninir lupu av ræðslu á føtur av hesum ógviliga buldri; teir hildu tað vera trøll og huldufólk, sum komu tysjandi inn í stovnna, og fóru við størsta skundi av húsinum og inn í skógin. Nú settu hinir fýra felagarnar seg at borðinum og ótu seg steinmettar av tí frálíka góða mati, sum har var.

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.