Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 4
— 20
grindini og gól tað dýrasta, hann var
nientur.
»Tú gelur so tað nýtur í merg og
mønu,« segði asnin; »hvater her á vási?«
»Jú,« segði hanin, »eg havi galið
fyri góðum veðri; tí í dag er Mariu-
messudagur, og so vita vit jú, at Maria
moy hevur tváað kristusbarnsins lín-
klæði og vil hava sey turr aftur; men
líti batar mær at vera hjálpsamur, tað
síggi eg nú. Higar kemur ferðafólk í
morgin, og matmóðir mín hevur onga
miskun móti einum trúgvum og dúgligum
tjenara. Hon hevur sagt, at eg skal
vera til bót út á súpan, og arbeiðskonan
skal høgga høvdi av mær í annað kvøld.
Tí siti eg nú her og gali so leingi sum
eg kann.«
»Lurta nú eftir mær mær, tú reyð-
knokkur,« segði asnin, »deyðan kanst
tú finna allastaðnis; kom tú fyrst við
okkum til Bremens; tú hevur gott mál,
og tá ið vit fýra fara at syngja og
spæla til samans, so eri eg vísur í, at
tað verður ein musikkur, sum mangur
man vilja hoyra.«
Men langt var til Bremens og teir
kunđu ikki koma vegin fram á einum
degi. Um kvøldi komu teir í ein skóg
og har atlaðu teir at vera um náttina.
Asnin og hundurin løgdu seg undir
einuni træ; katturin kleiv upp á eina
grein, og hanin fleyg upp á toppin; tí
har kendi hann seg tryggan. Men áðrenn
hann stakk høvdið undir veingin, leit
hann utan um seg íallarættir. Honum
sýntist at eitt ljós glampaði langt inni
í hinum myrka skóginum; hann rópti
tí niður til felagar sínar, at eitt hús
mátti vera í nánd, tí hann sá ljós. Tá
segði asnin:
»So er beinast, at vit leita hagar;
tí her verður ringt náttarhøli.«
»Ja,« helt hundurin, »tað hevði ikki
komi illa við at fingið nøkur bein og
ein kjøtbita til viðskera.«
So fóru teir til gongu móti ljósinum;
tess nærri teir komu tí, tcss størri varð
tað, og at endanum stóðu teir framm-
anfyri vindeygað á einum ránsmansbøli.
Asnin var størstur av teimum, og hann
kagaði inn í stóvuna.
»Nú, hvat særttú, tínasni?« spurdi
hanin.
»Hvat eg síggi?« segði asnin; »eg
síggi eit borð mitt í stovuni fult av
mati; ránsmenninir sita um tað og
koyra í seg.
»Tað kundi veri nakað fyri okkum!«
helt hanin.
»Ja, høvdu vit bara verið har!«
segði asnin.
So løgdu teir ráð upp um, hvussu
teir skuldu gera fyri at fáa ránsinenn-
inar burtur, og at endanum komu teir
á samt um, hvat best mundi vera.
Asnin setti frambein síni upp í vind-
eygað; hundurin sprakk upp á ryggin
á asnanum, katturin kleiv upp á hundin,
og hanin fleyg upp og setti seg á høvdið
á kattinum. So fóru teir allir í senn,
hvør við sínum máli at skrenja, goyggja,
mjóva og gala, og í sama viðfangi
duttu teír allir gjøgnum vindeygað inn
í stovuna, so at glasbrotini raplaði út
um teir. Ránsmenninir lupu av ræðslu
á føtur av hesum ógviliga buldri; teir
hildu tað vera trøll og huldufólk, sum
komu tysjandi inn í stovnna, og fóru
við størsta skundi av húsinum og inn
í skógin. Nú settu hinir fýra felagarnar
seg at borðinum og ótu seg steinmettar
av tí frálíka góða mati, sum har var.